Íslendska fótbóltskollveltingin skjalfest á filmi

2016-06-26 14:47 Author image
Dimma

- Landið er syndrað, og álitið á skipanina er í botni. Tí hevur fótbóltslandsliðið beint nú eina serliga savnandi effekt.

Soleiðis, sigur Sævar Guðmundsson, ið hevur leikstjórnað filmin ”Jøkulin logar”, við Dimmalætting.

Heini í Skorini hevur skrivað Langlesnað um Ísland, gølurnar og fótbóltin við støði í filminum um íslendska fótbóltslandsliðið. Les Langlesnaðin her

Filmurin verður vístur í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum kl. 19 mánakvøldið. Beint áðrenn Ísland skal spæla tann søguliga stórdystin móti Onglandi.

Íslendska fótbóltskollveltingin er úrslit av einum gyltum ættarliði, umfatandi íløgum í innandura fótbóltshallir og einum svenskum venjara, sum fólkið vildi hava til forseta eftir Panama-skjølini og enn eini politiskari gølu, sum hevur avdúkað rotinskap og valdsmisnýtslu. Spildurnýggi dokumentarfilmurin gevur innlit í íslendska fótbóltsævintýrið.

- Fólk eru veruliga troytt av at síggja, hvussu ein lítil partur av okkara egnu hevur tíggjað sær. Men vit eru eisini dundrandi ósamd um, hvussu vit rudda upp, og hvør nú skal taka við. Fleiri politikarar, sum eru avdúkaðir fyri svik, eru framvegis í systeminum, og tað er ilt at skilja fyri mong. So meðan politikararnir syndra, savnar landsliðið, sigur filmsleikstjórin.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður