– Framtíðin er tráðleys

Suni Justinussen. Mynd: Sigmund Vang

– Framtíðin er tráðleys

2017-06-23 12:05 Author image
Sigmung Vang

Útbygging av fipurnetinum og tí tráðleysa netinum er tað, ið veitararnir arbeiða mest við í dag. Hækkað megni fer at koma væl við, tí nýtslan hjá føroyingum økist í stórum.

– Eftir mínum tykkjum, so er framtíðin tráðleys, metir Suni Justinussen, sølu- og marknaðarstjóri á Vodafone, ið greiðir frá, at hann heima við hús sjálvur ongar kaðlar hevur, men bert nýtir tráðleyst net. Starvsfelagin Erland Simonsen er partvís samdur, men sigur tó, at tøknin ikki er upp á pláss enn.

– Um tú tekur til dømis HD-sjónvarp, so fært tú í dag ikki eina luftborna skipan, sum klárar ultra-HD, og slettis ikki nakað, sum klárar tykisveruleika (virtual reality, red.) ella líknandi, sigur tekniski stjórin á Vodafone, sum tó metir, at tøknin møguliga fer at vera har í 2020.

Óansæð metir Suni Justinussen, at um meira av internetferðsluni fer yvir á tað tráðleysa netið, kunnu prísirnir, ið Vodafone rindar fyri leigu av útgerð, fara niður. Tað kann so í síðsta enda hava við sær, at haldini verða bíligari hjá kundunum. Hetta kann henda júst av tí, at Vodafone hevur egna tráðleysa útgerð, og tí er er verulig kapping á økinum.

– Men har fer onki at henda á hasum økinum, fyrr enn fipurið verður bygt út, ella at Føroya Tele sær, at tey missa kundar, heldur hann.

Hann viðgongur tó, at tað tráðleysa netið í dag ikki hevði klárað alla føroysku ferðsluna. Henda ferðslan økist støðugt, og serliga er tað fartelefonirnar, ið føroyingar brúka meira og meira til at reika.

– Forbrúkið eksploderar, og tað tvífaldast hvørt ár, sigur Suni Justinussen.


Hetta er brot úr einari av greinunum um internetið, sæð við føroyskum eygum, sum er tema í Dimmalætting hesa vikuna

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður