Øll neyðhjálpin fer til Sýria

2016-06-15 14:24 Author image
Dimma

Øll játtanin til neyðhjálp í 2016 verður latin flóttum úr Sýria.

Hetta upplýsir Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, í svari til Jenis av Rana, løgtingsmann fyri Miðflokkin.

Føroya løgting hevur játtað 1 millión krónur til neyðhjálp í ár, og tí senda almennu Føroyar sostatt eina millión krónur til flóttafólk úr Sýria. Avtala verður gjørd við Reyða kross Føroya um at standa fyri neyðhjálpini, sum Føroyar lata í 2016.

Miðflokkurin hevur áður skotið upp fyri løgtinginum, at Føroyar senda skipa ella fíggja eitt skip at fara til Miðjarhavið at bjarga flóttafólkum, sum dagliga drukna á síni ferð til Evropa. Løgtingið feldi uppskotið, men samstundis fekst at vita frá landsstýrismanninum, at hann arbeiðir ítøkiligt við málinum, hvør loysn er frægast fyri flóttafólkini.

- Eg viðurkenni vanlukkuligu støðuna við flóttum í Miðjarðarhavinum, sigur Poul Michelsen í svarinum, har hann kortini viðgongur, at eingin loysn er komin úr landsstýrinum enn.

- Sum landsstýrismaður hevði eg sjálvsagt ynskt, at vit kundu hjálpt til, soleiðis at mannalív kundu verið bjargað. Hetta er kortini lættari sagt enn gjørt. Málið reisir eina røð av grundleggjandi spurningum, sum støða má takast til frammanundan – og sum eisini krevja eitt stórt fyrireikingararbeiði, áðrenn endalig støða kann verða tikin til møguliga føroyska luttøku. Tað er tí ikki sannlíkt, at hetta verður gjørt í 2016. Hetta skal kortini ikki forða okkum í at hjálpa tað, vit kunnu, og havi eg tí gjørt av, at øll játtanin til neyðhjálp í 2016 verður latin flóttum úr Sýria.

placeholder

Meira langlesnaður