10 ár síðani ta fyrstu Apple iPhone

10 ár síðani ta fyrstu Apple iPhone

2017-06-29 15:50 Author image
Emil Lisberg Jacobsen

Byrjanin var knortlut, men tað gekk ikki leingi hjá Apple at vinna marknaðin við síni iPhone, og eftir tíggju árum hevur snildfonin kollvelt gerandisdagin hjá teimum flestu.

Í dag eru liðin 10 ár, síðani Apple sendi sína fyrstu snildfon, iPhone, á marknaðin.

Snildfonin er í dag ein so inngrógvin partur av gerandisdegnum, at tað er ilt at hugsa sær, at fyri bert tíggju árum síðani var hon als ikki til, og nógv er eisini hent síðani 29. juni 2007.

Hesi tíggju árini hevur Apple selt meir enn eina milliard snildfonir, men tann fyrsta útgávan var ógvuliga avmarkað í mun til tær í dag. Hon riggaði bara til telefyritøkuna AT&T, og tá var heldur eingin App Store til.

Sølan gekk heldur einki væl at byrja við, so Apple mátti taka nógv av upprunaliga prísinum í eini roynd at fáa gongd á summarsøluna tað árið.

Árið eftir kom App Store, og Apple tillagaði eisini handilsætlanina fyri nýggju telefonina, og so kom ferð á. Kappingin tá var við BlackBerry og Nokia, men BlackBerry ger ikki telefonir longur, og Nokia er eisini trokað væl og virðiliga av marknaðinum. Í dag kemur størsta kappingin frá Samsung, ið brúkar Google-forritið Android.

Kanningar vísa, at í dag eiga tvær milliardir fólk eina snildfon.

Apple hevði í fjør 24,3 milliardir dollarar í inntøkum av iPhone. 

Kelda: Reuters

placeholder

Meira langlesnaður