Hundrað føroyingar lesa til lækna

2016-08-12 15:12 Author image
Dimma

Læknatrot er í Føroyum, men tað trýtur ikki við læknalesandi, tí umleið 100 føroyingar eru lesa til lækna. Tað upplýsir Landssjúkrahúsið á sínari heimasíðu.

Hvørt ár skipar Landssjúkrahúsið fyri summarfundi fyri læknalesandi, har kunnað verður um útbúgvingarmøguleikar á Landssjúkrahúsinum. Hesin fundurin varð hildin fyrradagin.

Komandi heyst vera tilsamans 29 læknar í útbúgvingarskipanini hjá Landssjúkrahúsinum. 13 læknar eru í kliniskari grundútbúgving, 13 eru í útbúgvingarstarvi í almennum medisini, og tríggir læknar eru í introstørvum í ávikavist psykiatri, internum medisini og ortopædkirurgi.

Í álitinum Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið, ið varð almannakunngjørd fyrr í summar, verður staðfest, læknatrotið er stórt, og tað hevur ávirkan á góðskuna á veitingunum, sum sjúklingar hava atgongd til. Samstundis økist ábyrgdin og arbeiðstrýstið hjá einstøku serlæknunum. Tað ger tað truplari at útvega nýggjar serlæknar, og ein ónd ringrás er skapt, verður sagt.

Í álitinum verður mælt til, at peningurin, sum í dag verður nýttur til konsulentar og uttanlandsviðgerðir, í størri mun verður brúktur til at útvega serlæknar í føstum starvi. Løgtingið hevur sett 5 milliónir krónur av til endamálið í 2017, men harafturat mælir álitið til at játta aðrar fimm milliónur um árið næstu trý árini, ella 20 milliónir krónur yvir fýra ár.

Læknatrot er í Føroyum, men við stóru tilgongdini av læknalesandi er tað bara ein spurningur um at fáa teir, sum longu lesa, at velja Føroyar eftir lokna útbúgving.

Meira langlesnaður