100 túrar við Tórði

2016-06-23 13:32 Author image
Elisa Vang

Við sínum 100 sendingum av Við Tórði á túri hevur verturin nærum verið í hvørjum króki í landinum. Hann hevur ikki tal á, hvussu nógv fólk, hann man hava tosað við á leiðini. Leysliga mett eini 10-12 fólk í hvørjari sending.

Tað er eingin ivi um, at fólk eru góð við sendingina, sum verður send fýra ferðir um vikuna. Hugnaliga eyðkennislagið til sendingina leggur eitt heilt serligt huglag á seinnapartin. Stílurin hjá Tórði er so mikið eyðkendur, at tað altíð er forvitnisligt at vita, hvar hann nú man vera staddur, og hvat hann nú finnur uppá.

- Tað allarbesta er, tá samrøðan er impulsiv og natúrlig. Til dømis tá fólk gerast kløkk, í tí eg komi inn. Tað hoyrist aftur í sendingini, og tað haldi eg ofta geva tað besta úrslitið. Eina ferð bankaði eg uppá hjá einari konu í Vestmanna. Tá hon er á veg niður gjøgnum trappurnar, rópi eg, at eg komi frá Jehova. Bara fyri at fíra okkurt av, fortelur hann flennandi.

 

Sterki Tórður

Nógv av okkum kenna Tórð frá sjónvarpssendingum, har hann ikki hevur verið bangin fyri at seta seg sjálvan í spæl. Kortini heldur hann slettis ikki, at hann er framligur ella serliga stuttligur.

- Men tað kann vera, at tað ger tað lættari hjá fólki at lata seg upp og at fortelja, um eg investeri eitt sindur av mær sjálvum eisini.

Eitt, ið er vorðið hansara vørumerki, er at lyfta fólk. Hví hann ger tað, veit hann ikki.

- Tað byrjaði til stuttleikar eftir ein finaludyst millum KíF og VíF. Eg spyrji til stuttleikar síðumannin, um hann heldur, at eg hevði orkað at lyft prúða málmannin upp frá. Og í ovfarakæti gjørdi eg tað, eftir at eg hevði gjørt samrøðu við hann eftir dystin. Síðani eri eg komin eftir, at tað ger nakað við fólk at vera lyft upp frá. Tí eina aðru ferð stóð eg saman við einari kvinnu, sum var so illa fyri og vildi spýggja, og hvat veit eg. Eg tók so og lyfti hana upp frá, og píkasjey um hon ikki fekk tað betri beinanvegin.

Tórður arbeiðir altíð, og sambært honum sjálvum, dugir hann ikki at skilja millum arbeiði og frítíð. Alla staðni hann kemur, hugsar hann um søgur til sendingarnar. Fer hann í eina veitslu, hevur hann altíð upptøkutólið í lummanum.

- Eg dugi ikki at skilja í millum tíð og frítíð. Eg havi givið upp at royna. Eg má bara staðfesta, at eg havi eina tolna konu.

 

Les greinina í fullari longd í Dimmalætting, sum kemur á gøtuna í morgin.

 

placeholder

Meira langlesnaður