11. september: Vóru tað skipaðar spreingingar?

2016-09-11 14:07 Author image
Sigmund Vang

Í dag eru tað 15 ár síðani yvirgangsatsóknirnar í USA, tá millum annað World Trade-tornini rapaðu. Almenna talið fyri tey, sum doyðu av atsóknunum er 2996.

Líka síðani hendan ógvusliga týsdag fyri fimtan árum síðani, hava fólk tosað um, hvat ið tað var sum veruliga hendi. Sonevndar konspirasjóns-teoriir hava verið frammi javnan, og ein av hesum teorium snýr seg um, at tornini rapaðu, tí tey vóru fylt við spreingievnum – alto, at talan var um eina skipaða spreinging, ið verður brúkt, tá hús skulu beinast burtur. Sambært teimum, sum halda, at hetta var tað, sum fór fram, var tað amerikanska stjórnin, sum stóð aftanfyri skipaðu spreingingarnar.

Tað finnast nógvar konspirasjónsteoriir um alt møguligt – kanska serliga um flúgvandi talerkar og slíkt - og tað mesta er rættiliga ósannlíkt ella í hvussu so er torført at prógva. At tornini í World Tradesentrinum skuldu verið sprongd av amerikonsku stjórnini, er eisini eitt sindur langt úti, men tað nýggja viðvíkjandi hesum teorium er, at summar hava verið umrøddar í rættiliga viðurkendum miðlum – millum annað "Physics Euro News" (EPN). Har stóð ein frágreiðing 28. august í ár, sum kemur til ta niðurstøðu, at bygningarnir vóru tiknir niður við skipaðari spreinging.

Viðurkenda týska tíðarritið Stern umrødi fyri tveimum døgum síðani hesar teoriir, og tað er ikki so ofta, at Stern skrivar um konspirasjónsteoriir.


Greinin í Stern sæst HER

placeholder

Meira langlesnaður