12 verkætlanir fáa tilsamans 7,5 milliónir

Granskingarnevndin

12 verkætlanir fáa tilsamans 7,5 milliónir

2017-05-30 09:26 Author image
Leif Láadal

Granskingarnevndin hevur á fundi 18. mai játtað stuðul til 12 nýggjar granskingarverkætlanir. Tilsamans eru játtaðar 7.480.945 kr. til verkætlanir á økjunum tøkni, mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, matur, samfelag og heilsa, upplýsir Granskingarráðið.

42 umsóknir vóru um stuðul, og søkt varð um í alt 37 mill. kr.

Stuðul er latin átta ph.d.-verkætlanum og fýra øðrum verkætlanum. Seks kvinnur og seks menn eru verkætlanarleiðarar. Hesi arbeiða á stovnum og fyritøkum í Føroyum, Danmark og Stóra Bretlandi

Yvirlit yvir allar umsóknir, sum hava fingið játtað stuðul kann síggjast inni á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, gransking.fo

 

Mynd av Granskingarnevndini: Gransking.fo

placeholder

Meira langlesnaður