13 bólkar kappast um at gerast tann besti nýggi

2016-05-13 16:09 Author image
Dimma

So er Sement aftur á skránni. Í kvøld bresta 13 nýggir bólkar saman í kappingini um at gerast besti nýggi bólkur í Føroyum. Innleiðandi kappingarnar eru nú fríggjakvøldið 13. mai og leygarkvøldið 14. mai í Reinsarínum.

Hvørt kvøldið spæla tríggir bólkar seg í finaluna, og leygarkvøldið verður harumframt valdur ein bólkur, ið fær eitt "wild card" og sleppur at kappast við hini í finaluni leygarkvøldið 21. mai.

Fleiri av bólkunum, ið kláraðu seg væl í fjør høvdu meldað seg til, tá freistin var úti mikukvøldið á midnátt, eins og onnur nøvn, ið hava verið nógv at hoyrt síðsta árið, eru millum nøvnini, og tí verður uttan iva talan um tætta og góða kapping.

Dómararnir eru songkvinnan Greta Svabo Bech, tónleikasamskiparin í KvF Eyðfinn Jensen og John Áki Egholm, sum er ein av høvuðsmonnunum aftan fyri Hamferð.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður