1.412 undirskriftir handaðar Yvirfriðingarnevndini

Mynd: fnu.fo

1.412 undirskriftir handaðar Yvirfriðingarnevndini

2017-11-20 12:30 Author image
Leif Láadal

Í dag kemur málið um friðing av Víkum fyri í Yvirfriðingarnevndini, og í hesum sambandi hevur FNU handað nevndini tær 1.412 undirskriftirnar, sum komnar eru inn.

Tað skrivar felagið á heimasíðu síni fnu.fo.

- Stóra undirtøkan er greitt tekin um, at hetta málið hevur stóran týdning fyri fólk. FNU heitir inniliga á Yvirfriðingarnevndina um at geva hesum málinum ta viðgerð tað hevur uppiborið, skrivar felagið.

Meira langlesnaður