Stórt trot á yvirmonnum í handilsflotanum næstu árini

2016-05-23 12:24 Author image
Dimma

Í 2025 fara tað at tróta 150.000 yvirmenn altjóða handilsflotanum. Tað sigur ein kanning, sum er kunngjørd í International Maritime Organization, sambært Vinnuhúsinum.

Tíðindini eru áhugaverd, tí nógvir føroyskir yvirmenn starvast í handilsflotanum, eitt nú hjá Maersk.

Kanningin staðfestir, at í løtuni mangla umleið 16.500 yvirmenn, men í 2025 verður tørvurin heilt uppi á 147.500 yvirmonnum afturat til at tæna heimshandilsflotanum.

Talið av yvirmonnum veksur javnt og samt, og tað fer tað framhaldandi at gera, men væntað verður, at tørvurin fer at vaksa uppaftur skjótari.

Seinastu fimm árini hevur vinnan lagt seg eftir at útvega, læra upp og varðveita sjómenn, men samstundis staðfestir kanningin, at verður ikki munandi meira gjørt við útbúgvingarstøðið, so fer av álvara at tróta við yvirmonnum.

Hinvegin eru ov nógvir dekkarar í handilsflotanum. Sagt verður, at tað eru umleið 119.000 ov nógvir dekkarar, tí eftirspurningurin er bara vaksin við einum prosenti síðan 2010.

 

placeholder

Meira langlesnaður