17 fólk eru deyð í California

Mynd: epa.eu

17 fólk eru deyð í California

2017-10-11 13:54 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Sunnudagin byrjaðu ógvusligir skógareldar í California, og hava teir longu gjørt sera stóran skaða. Eldurin fer fram í norðara partinum av California, í einum økið har nógv vínframleiðsla fer fram, nevniliga Napa Valley.

Fleiri enn 2000 bygningar hava tikið skaða, umleið 150 fólk eru eftirlýst og 17 fólk eru staðfest deyð. Tað skriva fleiri útlenskir miðlar.

Eldurin er ein tann ógvusligasti í søguni hjá California, og roykurin røkkur heilt suður til San Francisco, ið liggur 100 kilometrar sunnanfyri økið har skógareldarnir herja. 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður