174 útbúgvingar í Føroyum

Mynd: FUR

174 útbúgvingar í Føroyum

2017-05-30 09:37 Author image
Leif Láadal

Føroya Ungdómsráð hevur savnað saman tilfar um útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum.

Hetta er fjórða árið á rað, at FUR gevur út bók um tær útbúgvingarnar, ið kunnu takast í Føroyum. Í bókini eru hesaferð 174 útbúgvingarmøguleikar.

"Les og Lær í Føroyum", sum er heitið á bókini, er 312 síður og virkar sum ein handbók fyri ung, ið ynskja at taka útbúgving í Føroyum. Bókin er ætlað til skúlaárið 2017-2018.
"Ein grundleggjandi fortreyt fyri, at ung velja at útbúgva seg í Føroyum, er, at tey vita, hvørji útbúgvingartilboð eru," sigur Rói Poulsen, formaður í FUR.

Í bókini verða allar útbúgvingarnar gjølla lýstar, og fyri hvørja útbúgving fært tú at vita um umsóknarfreistir, upptøkutreytir, framtíðarmøguleikar og annað viðkomandi.

Bókin er á til láns á øllum bókasøvnum í Føroyum og er eisini latin øllum skúlum. Til ber eisini at keypa bøkurnar í bókhandlum kring landið.

 

 

placeholder

Meira langlesnaður