Gera ferðslutryggan veg í Kollafirði

2016-06-22 14:47 Author image
Dimma

- Tey hava sera góðar royndir við hesum aðrastaðni, og tí fara vit eisini at royna tað hjá okkum, sigur Hans Nielsen frá Teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu.

Kollfirðingar hava sagt, at teir vilja hava ein ferðslutryggari veg í bygdini, og tí er farið undir at gera ein 2-minus-1-veg, sum ikki er nýtt fyribrigdi í Føroyum.

Ein 2-minus-2-vegur merkir, at vegurin einans hevur eina miðbreyt á tríggjar metrar, har bilarnir koyra. Báðu megin við eru punktstrikur, og uttan fyri hesar kunnu fólk antin ganga ella súkkla. Tá ið bilar so møtast, skulu teir víkja fyri hvørjum øðrum og fara út í gongubreytina.

Hetta verður gjørt fyri at geva pláss fyri gongu- og súkklubreyt fram við vegnum, uttan at gera kantsteingar og annað. Vegurin í Kollafirði er lýstur til 30 km/t, og tá riggar hetta væl.

- Kanska kann hetta tykjast eitt sindur ørkymlandi at byrja við, men fólk venja seg við tað eftirhondini. Hetta hóskar ikki til vegir við hægri ferð, og skipanin krevur, at bilførarar kunna seg væl og halda ta lágu ferðina, sum skeltini vísa, sigur Hans Nielsen.

Skipanin er áður roynd á einum styttri strekki á Hvítanesi. Strikað verður í Kollafirði í nátt, upplýsir Tekniska deild.

placeholder

Meira langlesnaður