20 ár í Syðradali: Vit stýra búskapinum og ikki øvut

2016-09-03 15:26 Author image
Jógvan Samuelsen

Seinastu 20 árini hava Anni og Thorvald Lützen húsast á Syðradali.

Tað var í mai mánaði, at Anfinn Brekkstein og Dánjal á Kjalnesi, sum tá arbeiddu hjá Jarðarráðnum, komu á trøðna at hitta Thorvald Lützen fyri at siga honum, at Jarðarráðið hevði gjørt av at seta hann sum festara á syðra parti av Syðradals garði.

Teir fóru heim í húsini hjá Thorvald og Anni undir Gráasteini, har avtalurnar vóru fingnar uppá pláss.

Tá alt var liðugt lat í Dánjali á Kjalnesi: "Fyri løtu síðan fór eg inn til eina sjúkrasystur í Havn, og eg fari út aftur frá bóndakonuni í Syðradali".

Garðurin í fagra dalinum er nú aftur í einum, eftir at bóndahjúnini keyptu norðara part, og tí sita tey við triðstørsta festi í Føroyum.

Dimmalætting hevur verið í Syðradali og práta við bóndahjúnini um lívið hesi seinastu 20 árini og hvussu menningin hevur gingið fyri seg.
- Vit hava stýrt búskapinum og ikki øvut. Tað hevur verið tað týdningarmiklasta, sigur Thorvald Lützen.

 

Lesið alla greinina í Dimmalætting, sum er at fáa til keyps í sølubúðunum.

placeholder

Meira langlesnaður