2140 fólk bíða eftir Bústøðum

2016-08-05 12:37 Author image
Dimma

- Tað eru nógv fólk, sum ringja inn alla tíðina og koma inn og sovorði. Eg haldi, at vit eru eyðmjúk yvir fyri uppgávuni, sigur Andrass Róin, stjóri í Bústøðum, við Dimmalætting í dag.

Tað er mest sum vónleyst at fáa eina íbúð í høvuðsstaðnum. Tørvurin er ovurstórur, og felagið Bústaðir, sum varð stovnað við tí endamál at hjálpa um støðuna, megnar als ikki at nøkta tørvin.

Fólk fingu møguleika at skriva seg upp til bústaðir hjá Bústøðum í 2013, og longu ein mánað seinni vóru 1.600 fólk á listanum. Í dag búgva 111 fólk í íbúð hjá Bústøðum, og bíðilistin er komin upp á 2.140 fólk. Av hesum eru eini 1.700 fólk virknir limir, ið leita eftir bústaði.

Andras Róin, stjóri á Bústøðum, viðgongur, at Bústaðir megna ikki at nøkta tørvin, og at komið er ov seint í gongd at byggja leigubústaðir í Føroyum. Umleið 80 prosent av teimum, sum ynskja bústað, vilja búgva í høvuðsstaðnum. Hóast hetta byggir Bústaðir um alt landið.

- Um vit bara bygdu í Suðurstreymoy, vildu vit kanska skunda undir eina miðsavnan í Føroyum, har fólk flyta av bygd til Havnar. Nú kunnu vit kanska gera okkara til at gera tað meiri liviligt uttan fyri Havnina, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum.

Í Dimmalætting í dag er tema um íbúðarneyðina í Føroyum.


 

Fýra av hvørjum fimm á bíðilistanum vilja búgva í Havn. Heimasta horn hoyrir partvíst til Bústaðir.

 

placeholder

Meira langlesnaður