251 sløg av lýs í Føroyum

2016-08-04 12:23 Author image
Dimma

Jens-Kjeld Jensen og Ricardo L. Palma, lívfrøðingur frá Ný Sælandi, hava skrivað grein um lýs, sum eru savnaðar í Føroyum í einum 10 ára skeiði, frá 2006 to 2015. Hetta er framhald av arbeiði, sum teir áður hava gjørt og skrivað grein um.

Hetta skrivar Granskingarráðið á heimasíðuni. Jens Kjeld-Jensen

Lýs vóru savnaðar og eyðmerktar frá 40 fuglasløgum og 4 súgdjórasløgum í Føroyum. Úrslitið var 34 nýggjar skrásetingar av sløgum og undirsløgum, 4 ættarsløg og 20 nýggj vert-lús sambond í Føroyum. Hesi úrslit verða øll lýst í greinini. 

Saman við áður almannakunngjørdum skrásetingum er samlaða talið av kendum lúsum í Føroyum nú 251 sløg og undirsløg - 239 frá fuglum og 12 frá súgdjórum - íroknað 13 skrásetingar sum bert eru eyðmerktar á ættarstigi.

Greinin kallast "Additional records of lice (Insecta, Phthiraptera) from the Faroe Islands" og er prentað í Norwegian Journal of Entomology. Hon kann lesast her

Jens-Kjeld Jensen er útnevndur heiðursdoktari fyri umfatandi granskingar og útgávuvirksemi á lívfrøðiøkinum.

placeholder

Meira langlesnaður