30 ár síðan Ove róði til Danmarkar

2016-08-11 15:31 Author image
Dimma

Um vikuskiftið er Ova-stevnan í Nólsoy, sum verður hildin til heiðurs fyri Ova Joensen. Tað fellur ógvuliga hóskandi saman við, at júst 30 ár eru liðin, síðan hann framdi sítt lívs bragd.

Tann 11. august kom Ove Joensen ta longu leiðina fram til Danmarkar. Ein ógvuliga stór mannfjøld tók ímóti Ova, sum gjørdist heimskendur av bragdinum.

Hetta var triðja ferðin, at Ove royndi seg. Túrurin tók samfull 41 samdøgur at ferðast um Norðuratlantshavið hjá tí tá 37 ára gamla nólsoyinginum.

At tað kravdi heilt serliga styrki og megi, ivaðist eingin í, og tað bleiv eisini vísindaliga prógvað, tí stutt eftir at hann kom í land, bleiv hann kannaður av serfrøðingum á Ríkissjúkrahúsinum.

Kanningarnar fóru fram á einari serligari deild, sum granskaði topp-ítróttarfólk. Og har varð staðfest, at Ove hevði serliga styrki. 

Kanningarleiðarin Birger Rasmussen lektari segði, at Ove Joensen hevði sera sterkar armar, sum ikki er so løgið. Men harafturat kemur, at Ove hevði ein heilt serligan kropp, tí hann gagnnýtir súrevni líka væl í ørmunum sum í beinunum. Tað er serstakt, tí vøddamassin er nógv minni í ørmunum. Hansara andadráttsvøddar vóru somuleiðis serstakliga væl vandir, staðfestu kanningarnar.

Ove Joensen druknaði á Skálafjørðinum í 1987. Seinni varð Ovastevnan fyriskipað til heiðurs fyri Ova. Avlopið skuldi brúkast til at gjøgnumføra ta verkætlan, sum Ove setti gongd á eftir sín túr við bátinum Dianu Victoriu til Danmarkar, nevniliga at gera ein svimjihyl í Nólsoy til børnini.

Hvussu verður við svimjihylinum er óvist, men Ovastevnan er eitt heiðurligt minni um tann mannin, sum setti Nólsoy á heimskortið.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður