30 milliónir til dagføringar

Mynd: Landsverk

30 milliónir til dagføringar

2017-05-16 16:06 Author image
Dimma

Við 28 atkvøðum fyri og ongari ímóti hevur løgtingið samtykt lógaruppskotið um at dagføra Eirargarð 14 og 16. 

- Eg fegnist um, at eitt einmælt løgting tók undir við uppskotinum. Við hesi samtykt, er sjøtul settur á eina tilgongd, har bústaðarumstøðurnar í Suðurstreymoy til fólk við ymiskum avbjóðingum um nøkur fá ár gerast meira nútíðarhóskandi, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum.

30 mió. kr. eru settar av til at dagføra Eirargarð 14 og 16 og eru fyrireikingarnar settar í gongd.

placeholder

Meira langlesnaður