376 fiskamerkir við í lutakasti

376 fiskamerkir við í lutakasti

2017-12-19 14:47 Author image
Georg L. Petersen

Lutakast um 12.500 krónur millum innsend fiskamerkir verður fríggjadagin 22. desember kl. 11 í sambandi við landsfundin hjá Føroya Fiskimannafelag á Bryggjubakka 12 í Havn.

Tilsamans 376 fiskamerkir eru við í lutakastinum og hetta eru merkir, sum eru latin inn seinasta árið. Endamálið við lutakastinum er at eggja fólki til at senda fiskamerkir inn til Havstovuna. Lutakastið hevur verið hildið á hvørjum ári síðan 1998.

placeholder

Meira langlesnaður