409 bjóðað pláss á setrinum

2016-07-20 16:33 Author image
Jákup Højgaard

Í gjár fingu umsøkjarar boð um lestrarpláss á setrinum. Av teimum 563 umsóknunum fingu 409 tilboð um lestrarpláss. Í fjør fingu 248 tilboð um lestrarpláss.

Av teimum 409 lestrartilboðunum eru 290 á einari av bachelorútbúgvingunum, 31 á einum av hjánámunum og 88 á einari av masterútbúgvingunum.

Tey 154, sum ikki fingu tilboð um lestrarpláss, hava eisini fingið bræv. Summi við fráboðan um, at umsóknin ikki er gingin á møti, onnur við fráboðan um, at tey standa á bíðilista.

Seinasta freist at boða frá, um man tekur av lestrartilboðnum, er 5. august.

 

placeholder

Meira langlesnaður