430 túsund krónur til Suðursudan úr Føroyum

Mynd: EPA

430 túsund krónur til Suðursudan úr Føroyum

2017-07-06 12:15 Author image
Georg L. Petersen

- Reyði Krossur takkar teimum mongu, ið hava stuðlað við peningarligari hjálp til hungursrakta Suður Sudan.

Hetta í samband við áheitanina, sum Reyði Krossur sendi út fyrr í juni mánaða í morgunsendingini í KVF, á heimasíðuni og á Facebook hjá Reyða Krossi.

- Innsavningin hevur givið okkum møguleika at senda kr. 115.000 afturat teimum kr. 315.000, ið Reyði Krossur letur. Hetta svarar til, at hjálp verður veitt til 2050 familjur í ein mánað, sigur Reyði Krossur.

Samanlagt svarar hetta til 430.000 krónur, sum eru savnaðar inn í Føroyum.

placeholder

Meira langlesnaður