45 nýggir doping tilburðir frá undanfarnum OL

2016-07-22 21:01 Author image
Jákup Højgaard

524 dopingroyndir frá Olymisku Leikunum í Beijing og London eru endurkannaðar. Sambært IOC vóru 45 av teimum positivar. 

Tað vísir seg, at fleiri ítróttarfólk enn væntað, vórðu dopaði undir leikunum í 2008 og 2012. IOC kunngjørdi í dag úrslitini av í alt 524 dopingroyndum frá leikunum í Beijing og London, fyrst og fremst frá heiðursmerkja vinnarum. 

- Endurkanningarnar vísa enn einaferð, hvussu treyst IOC er í arbeiðinum í móti doping, sigur formaðurin í IOC Thomas Bach á IOC-heimasíðuni. 

524 dopingroyndir blivu endurkannaðar. Av teimum vóru 386 royndir úr Beijing, har 30 vóru positivar, har av 24 frá heiðursmerkjavinnarum. Talan er um fýra ítróttagreinar og ítróttafólk úr átta ymiskum londum. Úr London vóru 138 royndir og fimtan positivar úr níggju ymiskum londum. 

Hetta er onnur bylgja av endurkanningum av dopingroyndum frá teimum tveimum leikunum. Tann fyrra fann 53 positivar doping royndir. IOC hevur ætlanir um at endurkanna fleiri royndir, og tær væntast at verða kunngjørdar áðrenn og aftaná leikinir, sum verða í Rio í august.

Tilsamans 1243 royndir eru endurkannaðar og talið at positivum royndum er nú uppi á 98. Báðar næstu bylgjurnar væntast at fanga enn fleiri, ið hava snýtt í leikunum í 2008 og 2012.

KELDA: IOC

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður