700 ung spæla flogbólt í Havn um vikuskiftið

700 ung spæla flogbólt í Havn um vikuskiftið

2017-11-10 13:46 Author image
Innsent

Vikuskiftiskapppingar hava altíð verið partur av føroyskum flogbólti, og tær allarflestu hava verið afturvendandi. Um vikuskiftið verður ein á skránni, sum í øllum førum hevur verið afturvendandi í øgiliga nógv ár. Tað er FK-Cup, sum Flogbóltsfelagið Fleyr skipar fyri.

 Hesi seinastu árini hevur undirtøkan verið rættiliga góð, og aftur í ár hava væl fleiri enn 100 lið meldað til. Heilt neyvt er talið 123 og umroknað merkir tað, at í minsta lagi 700 ungdómar fara at kappast í teimum trimum stóru ítróttarhallunum í høvuðsstaðnum.

 Lena Hallgren er forkvinna í Fleyr, og hon fegnast um undirtøkuna:

 - Sjálvandi eru vit glað um at so nógv hava meldað til, tí tað vísur, at áhugin fyri flogbólti er stórur.

Tað sum vit fegnast allarmest um er, at áhugin millum tey allaryngstu er so stórur sum hann er, sigur hon.

Og tað er nakað um tað. Av teimum 123 liðunum, sum hava meldað til, eru 60 í bólkunum yngri enn 10 ár. Orsøkin til hetta talið er, at FBF hesi seinnu árini hevur gjørt nógv við flogbólt fyri børn, tað sum verður kallað Flogbørn, sum danarnir Anna Frederiksen og Peter Morell hava tikið sær av.

Undirtøkan til kappingarnar hesi seinastu árini hevur víst, at tørvur hevur verið á tí, og vónandi fer tað at síggjast aftur í talinum av vaksnum leikarum um nøkur ár.

Sum nevnt verður spælt í teimum trimum stóru hallunum í Havn og í Hoyvík; Gundadalshøllini, Høllini á Hálsi og í Hoyvíkshøllini.

Byrjað verður í Gundadalshøllini leygarmorgunin klokkan 8.30, har mansunglingar og G16 spæla. Gentur 12 byrja í Hoyvíkshøllini klokkan 9.00 og Flogbørnini byrja í Høllini á Hálsi klokkan 12 leygardagin.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður