Øll føroysku hornorkestrini blása ígjøgnum í Saksun

2016-08-11 11:17 Author image
Dimma

Tað fer at runga úti á Pollinum í Saksun sunnudagin.

Tá fara øll tey átta horn- og harmoniorkestrini í Føroyum at blása í lúðurin millum fjøllini, ið óivað fara at spæla við og kasta ljóðið aftur.

Tiltakið kallast ógvuliga hóskandi Bergmál, tí millum tey sjey løgini verður eitt nýtt verk framført við heitinum Bergmál.

Tiltakið byrjar klokkan 13 sunnudagin, tá ið orkestrini marsjera út á Pollin. Har verður konsertin hilin, og síðan verður marsjerað aftur í bygdina.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin út á Pollin at lýða á, siga fyrireikararnir.

 

placeholder

Meira langlesnaður