8.a í Vágs skúla vann kappingina

Mynd: Fólkaheilsuráðið

8.a í Vágs skúla vann kappingina

2017-12-21 14:46 Author image
Innsent

Tað varð 8.a í Vágs skúla, ið vann kappingina Ársins roykfríi skúli 2017.

Vinningurin, ein bragdadagur, har flokkurin sleppur at síga og fremja onnur brøgd, varð handaður í gjár í Vágsskúla, upplýsir Fólkaheilsuráðið, sum skipaði fyri átakinum.

Tað var skúlastjórin John Henrik Holm, sum handaði heiðursplátuna. John Henrik Holm situr sjálvur í Fólkaheilsuráðnum, so hann hevði tikið ráðslims hattin á í gjár, umframt at hann er skúlastjóri í Vági.

Hýrurin var góður á næmingum og lærarum; skúlastjórin ynskti flokkinum og skúlanum til lukku. Flokslærarin hjá 8.a, Diana Müller, var ógvuliga fegin um at flokkurin, sum hevði kappast fleiri ferðir um heitið, endiliga hevði vunnið. Handaða silvurplátuna við áskriftini “Ársins roykfríi skúli 2017”, kemur at hanga í Vágs skúla og fer at minna á tann góða roykfría vegin”.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður