Forsíða   |   Goymsla   |   Samband   |   Fá boð, tá nýtt er at frætta

Nú er tað soleiðis...

Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen 15-07-2008 03.32
...at føroyingar í hópatali eru farnir at byrja annan hvønn setning við "Nú er tað soleiðis". Nú er tað soleiðis, at eg ikki vil ljóða sum ein gamal kverulantur, men tað er nú einaferð soleiðis, at eg irriterist, soleiðis eitt sindur, inn á hetta málbrúkið. Tað er nú einaferð soleiðis, at eg undrist á, hví fólk vilja gera sínar setningar óneyðuga langar við altíð at byrja við at siga "Nú er tað soleiðis".
Nú er tað soleiðis, at fyrstu ferð eg hefti meg við hetta, var tá Anfinn Kallsberg var løgmaður og næstan altíð svaraði einum spurningi við at byrja við at siga "Nú er tað soleiðis, at...".
Tað er nú einaferð soleiðis, at eg ikki bleiv bilsin av, at aðrir politikarar skjótt tóku táttin upp, tí teir mugu býta fjølmiðlaráðgevararnar sínámillum, tí tað er nú einaferð soleiðis, at tað eru ikki nógvir av teimum at taka av í Føroyum. Eitt skifti var ALT hjá Bjarna Djurholm "soleiðis", og skjótt spjaddist orðingin víðari (uttan til Jóannes Eidesgaard. Hjá honum er tað nú einaferð soleiðis, at hann plagar at byrja síni svar við at siga "lat meg fyrst siga tað, at..."). Útvarpsfólk tóku við, áðrenn politikararnir høvdu slept, og í dag hoyrist í heilum í beinleiðis útvarpssendingum, at tað nú er soleiðis, at...
Nú er tað soleiðis, at soleiðis er tað nú. Soleiðis nøkulunda soleiðis. Soleiðis er tað bara... nú.

Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 4.5. Stigini eru latin av 18 lesarum

  • Currently 4,5/5 Stars.
  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5

Tags:

Fáið fótbóltin aftur á rætta kós

Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen 24-06-2008 12.47

Tað er órættvíst at samanbera føroyskan fótbólt við tað, vit hava sæð í EM-kappingini hendan mánaðin, men tað er kortini ringt at lata vera.

Mánakvøldið hugdi eg eftir dystinum millum B36 og ÍF, og sjálvt eftir føroyskum standardum var tað ein ótrúliga vánaligur dystur. Dagin fyri hevði HB tapt 1-4 móti Elfsborg úr Svøríki, og tapið kundi verið størri. Tað sigur bara somikið sum, at føroyskur fótbóltur er langt aftanfyri, tá vit skulu máta okkum við tey flestu av hinum evropeisku londunum.

Tað er kanska ikki so løgið, tí Føroyar eru eitt lítið land og so framvegis.

Men av tí sama undrar tað meg almikið, at tað skulu vera so nógvir pengar í føroyskum fótbólti. Nú skal man ikki taka alt, sum man hoyrir, fyri fult, men nógvar av upphæddunum, sum koma mær fyri oyrað um, hvat eitt føroyskt fótbóltsfelag brúkar upp á sítt formulalið, og hvussu nógv ymsir spælarar fáa í løn/samsýning/gávu, eru fullkomiliga ørandi.

Hvat halda vit okkum í grundini vera?

Standa avrikini á føroyskum fótbóltsvøllum mát við tað, sum verður pumpað inn í føroyskan fótbólt?

Uttan at kenna tær nágreiniligu upphæddirnar kann eg uttan at himprast svara nei.

Føroyingar eru garrvillir í fótbólti. Soleiðis er tað bara, og tað leggur sum vera man trýst á eitt nú nevndirnar í teimum ymsu feløgunum um at fáa úrslit, sum kunnu metast nøktandi hjá viðhaldsfólkunum og ikki minst sponsorunum og teimum privatu stuðlunum, sum eingin hoyrir um. Av tí sama strekkja nevndirnar seg langt fyri at røkka teimum nøktandi úrslitunum.

Men í mínari verð er eingin sum helst ivi um, at teir nógvu pengarnir í føroyskum fótbólti sum nú er, eru oyðileggjandi fyri menningina av fótbóltinum.

Tað hoyrist javnan, at evnaríkir føroyskir fótbóltsleikarar ikki tíma av landinum at gerast betri, tí teir liva eina greiva-tilveru í Føroyum, ikki minst takkað verið teimum duldu sponsorunum aftanfyri leiktjøldini. Sjálvandi siga teir ikki nei til ein góðan pengaposa, og sjálvandi er tað freistandi at vera ein stórur fiskur í tí lítla hylinum, heldur enn plankton í tí stóra havinum.

Men fyri menningina av føroyskum fótbólti og fyri landsliðið er hetta drepandi. Tá føroyska landsliðið fyri eini tíggju árum síðani var gott, spældi meginparturin av leikarunum í feløgum uttanlands, og úrslitini sóust. Í dag spæla teir flestu landsliðsleikararnir í tí sum heild sera, sera vánaligu Formuladeildini, og landsliðið skramblar niður eftir FIFA-listanum.

Tað sigur eisini eitt sindur um ambitiónsstøðið hjá føroyskum fótbóltsspælarum, at teir helst vilja vera heima og vinna eitt føroyameistaraheiti, heldur enn at taka kampin upp uttanlands og gerast betri sum leikarar, sjálvt um tað ikki inniber at fáa eitt heiðursmerki um hálsin.

Hvussu nógv dømi hava vit ikki um fótbóltsspælarar, sum hava roynt seg uttanlands og eru komnir í eitt sindur av mótgongd fyri síðani at hinta um, at teir kanska koma heim aftur? Beinanvegin standa trý-fýra feløg klár við tilboðum, sum eru nógv betri enn tað, spælarin fær uttanlands, og spælarin verður eisini lyftur upp av, at tað knappliga er onkur, sum skoytir um hann aftur og fer við honum sum tann stjørnan, hann í veruleikanum ikki er. Í staðin fyri at hesin tók kampin upp uttanlands og arbeiddi eyka nógv fyri at vinna sær eina betri støðu í sínum felag.

Hvørji krøv verða í roynd og veru sett til hesar leikararnar? Krøv um lívsstíl, vekt, venjing og ikki minst avrik? Samsvara krøvini við tað, sum verður spýtt í kassan? Eg ivist.

Umbering hjá flestu feløgum er ivaleyst, at "vit hava ikki so nógv fólk at taka av og mugu brúka tað, vit hava". Ivaleyst er tað rætt, men hvat felag vil vera tað fyrsta at vísa dirvi og siga, at "um tú ikki livir upp til okkara krøv, kanst tú fara onkra aðrastaðni. So vilja vit heldur brúka okkara egnu ungu spælarar, sjálvt um vit missa møguleikan fyri at vinna nakað - í ár".

Hvat felag torir at gera hetta? I dare you!

Tað kundi verið áhugavert at vita, hvussu nógv eitt føroyameistaraheiti kostar. Neyvan er tað smápengar, sum skulu til fyri at vinna bygdini ella býnum heiður og æru, men kostnaðurin fyri føroyskan fótbólt sum heild er eisini stórur. Ómetaliga stórur.

Føroyskur fótbóltur er vaksin upp um seg sjálvan. Ikki fyrr enn vit stinga fingurin í jørðina og veruliga hyggja at okkum sjálvum og síggja, hvørji vit í veruleikanum eru, kunnu vit fáa veruliga framgongd í fótbóltinum, sum seinastu tíggju árini bara hevur verið í leikligari afturgongd í Føroyum.

Eg veit ikki, hvussu vit loysa trupulleikan. Vinnulívsfólk mugu sjálvi avgera, hvussu tey brúka sínar pengar. Fótbóltsfeløg fara sjálvandi ikki at siga nei til allan tann peningaliga stuðul, tey kunnu fáa. Og fótbóltsspælarar uttan veruligar ambitiónir (harvið teir flestu føroysku spælararnir) fara ikki at siga nei til at vera stjørnur í dunnuhylinum og fáa nógvar pengar afturat. Onkur má broyta hugburð, og tað mest nærliggjandi er, at spælarin sigur við seg sjálvan, at eg vil nakað meir við mínum evnum, heldur enn at ganga heima og hugna mær á føroyska graslíkinum. Men eg ivist stórliga í, um føroyskir fótbóltsspælarar veruliga vilja broyta tann hugburðin. Tí ein slíkur hugburður má fyri ein stóran part vera íborin.

Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 4.4. Stigini eru latin av 21 lesarum

  • Currently 4,428571/5 Stars.
  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5

Tags:

The fairer Sex & The City

Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen 10-06-2008 01.06


Leygarkvøldið hendi tað so: Eg fór í biograf at hyggja eftir “Sex & The City”.

Lat meg beinanvegin siga, at eg fór ikki einsamallur. Lat meg heldur siga tað soleiðis, at eg tók eina kúlu fyri parlagið. Og hinvegin... filmurin varar umleið 180 minuttir, og í hesum EM-tíðum svarar tað til tveir fótbóltsdystir, so there!

Sum vit koma gangandi gjøgnum klubbagarðin, møta vit einum kenningi saman við konuni.

- Nú? Hyggja eftir Sex & The City?, spyr hann ikki ov harðmæltur.

Eg nikki játtandi, og hann svarar, at tað skulu tey eisini. Eingin grund til at rópa ov hart, sjálvt um næstan eingin annar er í garðinum.

Tað broytist, tá vit koma inn í forhøllina hjá Havnar Bio. Her er sum seyður í rætt, men tað er ógvuliga langt millum veðrarnar. Vildi skotið uppá, at minst 90 prosent av biografgangarunum hetta kvøldið eru konufólk. Eina lítla løtu kennir man seg eini 15 ár yngri og aftur á málsligu deild í Hoydølum, men bara eina lítla løtu.

Tað tekur sína tíð at sleppa inn. Klokkan nærkast midnátt, og tað er sum í ritubergi, nú øll hesi føroysku konufólkini, sum so at siga einki hava til felags við lívsstílin hjá teimum fýra kvinnunum í New York, gleða seg til at koma inn og síggja sínar fyrimyndir. Eg gleði meg mest til at sleppa at seta meg niður.

So brestur fyri nev, og allur riðilin floymir inn í salin. Vit finna útav, at okkara pláss eru á aftastu rekkju, og eg siti heilt inn móti vegginum. “Ikki so galið, um tú sovnar”, sigur hon sjálv. Tað er eg sjálvur, sum havi skotið upp at fara í biograf við henni, og eg havi ongar ætlanir um at sovna. Nú eri eg komin so langt, so nú skal eg fáa alt við.

Á veg inn til plássið hjá mær gangi eg framvið einum øðrum ungum manni, sum sær út til at vera í sama báti sum eg. Eyguni hjá okkum møtast eitt sekund, og eg síggi eitt slag av “eg-veit-akkurát-hvussu-tú-hevur-tað-beint-nú” í eygunum hjá honum, tá eg smoyggi mær framvið honum og gentuni.

 

Filmurin fer í gongd, og tað líkist tí, man sær í sjónvarpinum. Eg eri so avgjørt ikki ein trúgvur SATC-hyggjari, tá sendingin er á TV3. Havi zappað meg fram á tað onkuntíð og havi so hugt eina løtu, so eg veit, hvat tað snýr seg um. Eg veit eisini, at bara ein av teimum fýra sær veruliga gott út (nei, tími ikki at siga hvør), og at bara ein av teimum er veruliga stuttlig (Samantha Jones). Hesar báðar fordómarnar fái eg skjótt váttaðar.

Handlingin í filminum klárar ikki ordiliga at fanga meg, so tankarnir fara á flog. Filmurin snýr seg um fýra kvinnur, sum eru bestu vinkonur fram um alt annað, og eg fari at hugsa um tað realistiska í hesum.

Í okkara yngru árum vóru vit eini átta vinmenn, sum hvørt ár plagdu at fara eitt vikuskifti í summarhús úti á bygd. Minnist, at ein vinkona øvundaði okkum hetta, men samstundis segði hon, at tað aldrin hevði borið til hjá henni og sjey vinkonum at hildið eitt heilt vikuskifti saman í einum summarhúsum. Tvær, tríggjar og kanska fýra hevði gingið, men ikki átta! Tað hevði alt endað í slaturi og ryggstingaríið, plagdi hon at siga. “Kvinde er kvinde værst”, sum onkur hevur tikið til.

Men okey... hetta er ein filmur, og tað pjøvist kanska ikki at vera so realistiskt. Eg sigi ikki, at tað ikki ber til hjá fýra kvinnum at koma so væl út av tí saman – eg eri so avgjørt ikki serfrøðingur, tá tað kemur til konufólk – men tað virkar eitt sindur ov ljósareytt. Too pink to be perfect.

 

Knappliga fer alt í svart. Pausa. Havnar Bio hevur sum kanska einasti biografur í verðini framvegis pausu hálva leið inni í filmunum, sjálvt um tað ikki longur er nøkur teknisk forðing fyri at vísa ein heilan film út í eitt koyr. Kioskin skal væl selja fyri at alt skal mala runt, men í mun til aðrar ferðir, har pausan bara irriterar, kemur hon væl við hesaferð. Út at strekkja beinini og fáa sær ein royk, og tað kemur væl við. Tað er næstan so, at man ernast somikið, at man fær nýtt mót upp á filmin.

Men seinna helvt av filminum er ikki betri enn tann fyrra. Onkuntíð flenni eg, og ta einu ferðini flenni eg faktisk í kíki. So heilt galið er tað ikki. Men fyri tað mesta blívir tað til eitt “hø-hø”, tá meginparturin av salinum situr og skríggjar í látri. Áðurnevndi ungi maðurin, sum situr trý setur longri yviri, kemur eisini við sínum “hø-hø” innímillum, og eina løtu virkar tað næstan sum ein kapping millum okkum báðar, hvør kann “hø-hø’a” harðari. Hon sjálv undir liðini skal jú heldur ikki halda, at man er farin heilt í koma og bara bíðar, til filmurin er liðugur.

Men so líðandi fari eg at gera júst tað. Alt, sum gongur fyri seg í filminum, er nakað, man hevur sæð fyrr í øðrum filmum, og til endans verður tað næstan pínliga lætt at rokna út, hvussu filmurin endar.

Tá rullitekstirnir koma, kennist tað sum ein lætti. Samanumtikið ein filmur, sum fekk meg at flenna í løtum, men sum heilt greitt er ein filmur ætlaður til kvinnur. Men tað visti eg jú eisini frammanundan. Á veg út aftur komi eg í tankar um, at eg framvegis ikki havi sæð Indiana Jones...

Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 4.5. Stigini eru latin av 11 lesarum

  • Currently 4,545454/5 Stars.
  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5

Tags: ,

Skeivt nummar

Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen 08-04-2008 12.27

Tað er ein eldri kona, sum javnan ringir til mín. Hon ringir skeivt. Eg giti, at onkur í familjuni ella onkur kenningur hjá henni hevur eitt telefonnummar, sum líkist mínum rættiliga nógv.

Eg skjóti uppá, at tað er umleið einaferð um mánaðin, at hon ringir, og soleiðis hevur tað verið nú í minst eitt ár. Eftirhondini kenni eg røddina á henni, sjálvt um hon ongantíð sigur, hvør hon er. Men hon spyr næstan sama spurning hvørja ferð, og so má eg siga, at hon tíverri hevur ringt skeivt. So sigur hon orsaka og leggur á.

At byrja við irriteraði tað meg eitt sindur, at hon bleiv við at ringja. Nú havi eg vant meg við tað. Eg eri ov fólkaligur til at siga við hana, at hon altso má læra seg at raka rætt á sínari telefon.

So líðandi bleiv eg forvitin eftir at vita, hvør hendan konan var, sum so ofta ringdi skeivt. Nummarið var skjótt at finna á netinum, og nú veit eg, at hon býr á eini av teimum minnu oyggjunum í Føroyum. Kanska keðir hon seg bara á útoyggj?

Kanska tá eg einaferð siti og keði meg, fari eg at ringja til hana – bara til stuttleikar. Kanska kennir hon eisini mína rødd, men eg ivist. So kann eg spyrja hana tað sama, sum hon altíð spyr meg – kundi verið stuttligt at vita, hvussu hon reagerar.

Eg veit ikki, um hon fer at ringja aftur. Eg skal heldur ikki pástanda, at eg gleði meg til, at hon ringir næstu ferð, men hon ljóðar til at vera komin so nógv upp í árini, at eg kann fara at stúra, um hon ikki ringir aftur.

Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 4.3. Stigini eru latin av 21 lesarum

  • Currently 4,333332/5 Stars.
  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5

Tags:

Hvar bleiv hann av?

Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen 05-03-2008 12.04

Nú ein dagin tók eg eitt reint nostalgi-tripp og fór at hyggja eftir filminum um Karate Kid.

Eg minnist, hvussu fantastiskur filmurin var tá einaferð í 80'unum. Hann var fult á hædd við Rambo, Indiana Jones og aðrar klassikarar, og hatta síðsta sparkið í filminum var nakað, vit smádreingir tosaðu um í fleiri vikur aftaná. So nógv tann minniligasta løtan í filminum - tá Ralph Macchio fangar eina flugu við japanskum etipinnum, er tann einasta onnur løtan, man minnist klárt, og so sjálvandi "wax on-wax off" linjuna hjá Miyagi.

At síggja filmin í dag er... øðrvísi.

Mamma Karate-barnið Daniel LaRusso spælir so vánaligt, at man krympar tærnar, Elisabeth Shue sá líka gott út tá sum tann eldra útgávan av henni ger í dag, Mr. Miyagi er stuttligur upp á ein heilt annan máta, og Daniel sjálvur er sum man minnist hann. Ein la-la filmsleikari í fyrru helvt av 20'unum, sum sá út til at vera nógv yngri.

Aftan á filmin fór eg at hugsa um, hvat hesin góði Ralph Macchio man gera í dag. Burtursæð frá tí herliga "My Cousin Vinnie" minnist eg meg ikki hava sæð hann í nøkrum øðrum filmi enn í teimum tilsamans trimum Karate Kid-filmunum, sum vórðu gjørdir.

Besta staðið at finna út av slíkum er at fara á internetið, og klárt besta miðið í so máta er The Internet Movie Database - www.imdb.com.

Hann var skjótur at finna. Ralph Macchio var føddur 4. november 1961 og hevur sostatt verið 22 ár, tá tann fyrsti Karate Kid varð tikin upp (filmurin sjálvur kom í 1984).

Annars var ikki nógv áhugavert at lesa um hann. Hann hevur verið við í onkrum filmum, man ongantíð hevur hoyrt um, og í onkrum serium, har hann hevur havt onkran tilvildarligan leiklut.

Í dag er Ralph Macchio 46 ár. Hann spælir framvegis við í filmum og er í seinastuni eisini farin at leikstjórna sjálvur, men hann kann ikki metast sum nøkur stjørna.

Men í mínari verð fer hann altíð at vera Daniel LaRusso - The Karate Kid!

Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 4.8. Stigini eru latin av 17 lesarum

  • Currently 4,823529/5 Stars.
  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5

Tags: , ,

Gev okkum nú Ongland

Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen 23-11-2007 12.53

Sunnudagin verður lutakast til HM-undankappingina 2008-09. Lutakastið fer fram í Suðurafrika, sum skal vera vertur fyri HM-endaspælinum í 2010.

Tilsamans 53 lond úr Evropa hava meldað til undankappingina. Teirra millum eru eisini heimsmeistararnir Italia, tí reglurnar eru nú broyttar soleiðis, at verandi heimsmeistari má kvalifisera seg til HM eins og øll onnur, burtursæð frá vertslandinum, sum eins og áður er sjálvskrivaður luttakari.

Evropeisku londini skulu býtast upp í 9 undanbólkar. Átta av hesum bólkunum hava seks lond, og ein bólkur hevur bert fimm lond.

Føroyar eru sjálvandi eisini við í lutakastinum, og føroyska landsliðið er sum væntað styrkismett í tí veikasta raðnum. Har eru vit saman við Andorra, Estlandi, Liktinstein, Luksemburg, Malta, Montenegro og San Marino. Tað merkir so eisini, at Føroyar ikki kunnu koma í sama undanbólk sum nakað av hesum londunum. Men við hinum 45 londunum er frítt val á øllum hillum, so at siga.

Harumframt merkir tað, at Føroyar koma í ein bólk við seks londum.

Styrkismetingin hjá FIFA hesaferð er gjørd beinleiðis út frá FIFA-styrkilistanum, og tað ger, at onkrar forskjótingar eru í styrkismetingini. Til dømis er tað merkisvert at síggja, at ein so siðvand fótbóltstjóð sum Eysturríki er heilt niðri í næstniðasta raðnum. Tað sama er Slovenia, sum annars hevur luttikið í bæði EM- og HM-endaspølum, síðani landið bleiv sjálvstøðugt.

Danmark er endað heilt niðri í triðja raði, og so er eisini merkisvert, at eitt land sum Moldova – ið vanliga verður roknað sum ein av pinkutjóðunum – hevur vunnið seg heilt upp í fjórða rað av teimum seks.

Lutakastið verður spennandi at fylgja, og tað er eisini spennandi at spæla sær við londunum upp til lutakastið. Hvat er ein góður bólkur fyri Føroyar, og hvat er ein ringur bólkur fyri Føroyar? Nú føroyska liðið kom í kanska tann allarsterkasta undanbólkin til EM 2008, kunnu vit vóna, at vit fáa eitt hepnari lutakast hesaferð.

Úr A-røðini hevði verið hugaligt at fingið Holland ella Portugal. Saman við Kroatia eru hesi bæði einastu lond úr A-raðnum, vit enn ongantíð hava verið í bólki saman við.

Ongland er sum vera man ynskimótstøðan úr B-raðnum. Um ikki Ongland, so hevði Svøríki verið vælkomið, eins og Skotland altíð er stuttligt at møta.

Eisini Danmark má metast sum ein ynskimótstøða hjá føroyingum úr C-raðnum. Av øðrum ”góðum” londum í hesum raðnum eru Belgia, Noreg, Írland og Norðurírland.

Ungarn er ein fyrrverandi fótbóltsrisi, sum hevur fingið lítið av skafti seinastu árini, og sum ofta kiksar móti teimum heilt veiku liðunum. Tí hevði Ungarn verið eitt ógvuliga áhugavert land at møtt hjá Føroyum úr D-raðnum. Wales hevði heldur ikki verið so galið.

Og úr E-raðnum skulu vit vóna at fáa okkurt av teimum á pappírinum veikastu liðunum í hesum raðnum. Tað kundi verið Armenia ella Aserbadjan, men hinvegin er Ísland ikki so væl fyri í løtuni, so kanska hevði hetta verið júst rætta løtan at møtt íslendingum.

Dreymabólkurin: Holland, Ongland, Danmark, Ungarn, Armenia og Føroyar.

Marrubólkurin: Frakland, Russland, Serbia, Hvítarussland, Slovenia og Føroyar.

 

Hesum londunum hava Føroyar enn ongantíð verið í bólki saman við í HM- ella EM-undankapping: Holland, Kroatia, Portugal, Bulgaria, Ongland, Pólland, Svøríki, Turkaland, Noreg, Hvítarussland, Makedonia, Moldova, Ungarn, Albania, Armenia, Aserbadjan, Kasakstan, Letland, Andorra, Liktinstein og Montenegro.

Av hesum hava vit spælt vinadystir móti Hollandi, Póllandi, Svøríki, Turkalandi, Noregi, Aserbadjan, Kasakstan, Andorra og Liktinstein.

Við øðrum orðum eru 12 lond í komandi HM-undankapping, sum Føroyar ongantíð hava møtt fyrr. Ellivu av hesum kunnu vit koma í bólk saman við nú.

 

Styrkismetingin:

Rað A: Frakland, Grikkaland, Holland, Italia, Kekkia, Kroatia, Portugal, Spania og Týskland.

Rað B: Bulgaria, Ísrael, Ongland, Pólland, Rumenia, Russland, Skotland, Svøríki og Turkaland.

Rað C: Belgia, Danmark, Finnland, Írland, Norðurírland, Noreg, Serbia, Sveis og Ukraina.

Rað D: Bosnia-Hersegovina, Hvítarussland, Kypros, Litava, Makedonia, Moldova, Slovakia, Ungarn og Wales.

Rað E: Albania, Armenia, Aserbadjan, Eysturríki, Georgia, Ísland, Kasakstan, Letland og Slovenia.

Rað F: Andorra, Estland, Føroyar, Liktinstein, Luksemburg, Malta, Montenegro og San Marino.

Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 4.5. Stigini eru latin av 10 lesarum

  • Currently 4,500001/5 Stars.
  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5

Tags:

Góðu ikki buka okkum av!

Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen 19-11-2007 12.26

Mikudagin fer føroyska landsliðið á vøllin í Modena í Bella Italia at spæla seinasta landsdystin í hesi undankappingini. Tað er fyri neyðini. Lat okkum fáa enda á hesum kanónbólkinum, vit eru í, og so “starte på en frisk” við einum hepnari lutakasti til komandi HM-undankapping.

Fótbóltslandsliðið hevur verið stoltleikin hjá føroyingum, men tað er tað tíverri ikki í løtuni. Botnurin kom á heimavølli móti Fraklandi. Fáir áskoðarar, keðiligt veður og ein brølari frá FSF eyðkendu dystin – umframt øll tey fronsku málini, sjálvandi. Minnist ikki, um tey vóru fimm ella seks.

Móti Fraklandi upplivdu vit aftur nakað, sum eg ongantíð havi skilt nakað av. Veit ikki, um tað er FSF ella Tórsvøllur, sum hevur fingið hetta flata hugskotið við at fáa fólk inn at úttala nøvnini hjá útlendsku leikarunum rætt. Vit hoyrdu tað móti Russlandi fyri nøkrum árum síðani, og vit hava hoyrt tað móti bæði Italia og Fraklandi í ár.

Hvat er poengið? Er hetta ikki OKKARA heimavøllur? Hvat so, um navnið hjá Franck Ribéry ella Karim Benzema ikki verður rætt úttalað í hátalarunum?

Heilt frá tí Føroyar frá byrjan av fóru upp í altjóða kappingar, hava vit tosað um okkara heimavøll sum tann stóra fyrimunin, tí tað er so “fremmant” hjá útlendskum tjóðum at koma hendavegin at spæla fótbólt. Hví gera vit so alt fyri at fáa teir at kenna seg so nógv heima sum møguligt?

Eg hoyrdi ongan føroying lesa nøvnini á føroysku leikarunum upp, tá Føroyar spældu í Hannover. Ella í Lens. Ella í Moskva.

Tað fyrsta, eg hugsi, tá eg hoyri slíkt, er: “Um vit eru so fitt sum møguligt móti teimum, kann tað vera, at teir eisini eru fittir móti okkum og ikki skora alt ov nógv mál móti okkum”. Ella sagt við øðrum orðum: “Góðu ikki buka okkum av.”

Eg veit, at føroyingar eru rættiliga sjúkir eftir at fáa útlendingar at dáma okkum. Vit kenna standard-spurningin til útlendskar gestir: “Hvad synes du så om Færøerne?” (hvat skal viðkomandi svara annað enn positivt?).

Men er tað veruliga soleiðis, at hetta nú eisini er komið inn í landsliðsfótbóltin? Royna vit at imponera teir stóru útlendingarnar við at vísa, at vit eisini duga at úttala italsk og fronsk nøvn rætt?

Nei, nei, nei! Eg vil heldur hava onkran at úttala nøvnini á fronskum og italskum heimsstjørnum so ófantaliga sum møguligt. Og eg vil hoyra Fuglakvæðið hjá Per Frost ella Ormin Langa hjá Týr runga úr hátalarunum og út á rennváta Tórsvøll, so hesar forkelaðu stjørnurnar VERULIGA kunnu merkja, at her eru teir á útivølli og mugu arbeiða fyri sakini. Hitt er láturligt.

Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 4.4. Stigini eru latin av 17 lesarum

  • Currently 4,352941/5 Stars.
  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5

Tags: , , , , , ,

Hundalív

Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen 12-11-2007 11.57

Eg havi sum so einki ímóti hundum. Eg ivist ikki í, at teir allarflestu eru bæði fittir og vinarligir, men alíkavæl orki eg ikki fyri at møta hesum stóru hundunum, sum ganga leysir, tá eigarin er farin túr við teimum.
Upprunaliga helt eg lógin ásetti, at hundurin skal vera í bandi, men sambært grein 3 í løgtingslóg nr. 82 um hundar frá 19. juni 1990 er tað ikki nakað beinleiðis krav. Har stendur millum annað, at ”ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki, sum hevur fult ræði á honum.”
Hvat er tað at hava fult ræði á einum hundi?
Onkuntíð, tá tú kemur gangandi, kanst tú møta einum stórum hundi, sum kemur stunandi ímóti tær. Tað sæst einki til nakran eigara, men tá so hundurin er farin framvið tær, og pulsurin so smátt er um at fara niður aftur, kemur eigarin tøssandi langt aftaná. Eigarin kann sjálvandi pástanda, at hann hevur fult ræði á hundinum hjá sær, men hvussu kann eg vita tað?
Um eitt risastórt beist, sum fær hundin hjá Baskerville at líkjast einum chihuahua við vakstrartrupulleikum, kemur rennandi ímóti mær og fer at snodda upp eftir mær, so frysti eg. At eigarin so ein minutt aftan á kemur fram á okkum og flennandi sigur ”hann er bara í góðum lag” ella "hann vil bara spæla", kann eg ikki brúka til nakað. Hvussu kann eg vita, at hann ”bara er í góðum lag”? Tá hundurin av fyrstan tíð kom tvísporandi ímóti mær í ovfarakæti um at vera sloppin út at brúka alla sína yvirskotsorku, sá eg einki til at nakar eigari hevði ”fult ræði á honum”.
Tá ein sovorðin úlvur stillar seg og snoddar har mannfólk fáa mest ilt, er ”hann er bara í góðum lag” IKKI tað fyrsta eg hugsi.
So vælsignaðu hundaeigarar: Gloymið ikki, at sjálvt um tit kenna hundin og vita, at hann ikki ger haltari hønu mein, so merkir tað ikki, at øll onnur vita tað.

Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 4.8. Stigini eru latin av 21 lesarum

  • Currently 4,761905/5 Stars.
  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5

Tags:

Carl Carlson

editor@dimma.fo
Sjurdur Horsdal
Chefredaktoren

Álmanakki

<<  mars 2010  >>
mifrlesu
22232425262728
1234567
891011121314
15161718192021
22232425262728
2930311234

Vís størri álmanakkayvirlit

Nýggjasta greinin

Nýggjastu viðmerkingarnar

Bólkar