Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen
15-07-2008 03.32
...at føroyingar í hópatali eru farnir at byrja annan hvønn setning við "Nú er tað soleiðis". Nú er tað soleiðis, at eg ikki vil ljóða sum ein gamal kverulantur, men tað er nú einaferð soleiðis, at eg irriterist, soleiðis eitt sindur, inn á hetta málbrúkið. Tað er nú einaferð soleiðis, at eg undrist á, hví fólk vilja gera sínar setningar óneyðuga langar við altíð at byrja við at siga "Nú er tað soleiðis".
Nú er tað soleiðis, at fyrstu ferð eg hefti meg við hetta, var tá Anfinn Kallsberg var løgmaður og næstan altíð svaraði einum spurningi við at byrja við at siga "Nú er tað soleiðis, at...".
Tað er nú einaferð soleiðis, at eg ikki bleiv bilsin av, at aðrir politikarar skjótt tóku táttin upp, tí teir mugu býta fjølmiðlaráðgevararnar sínámillum, tí tað er nú einaferð soleiðis, at tað eru ikki nógvir av teimum at taka av í Føroyum. Eitt skifti var ALT hjá Bjarna Djurholm "soleiðis", og skjótt spjaddist orðingin víðari (uttan til Jóannes Eidesgaard. Hjá honum er tað nú einaferð soleiðis, at hann plagar at byrja síni svar við at siga "lat meg fyrst siga tað, at..."). Útvarpsfólk tóku við, áðrenn politikararnir høvdu slept, og í dag hoyrist í heilum í beinleiðis útvarpssendingum, at tað nú er soleiðis, at...
Nú er tað soleiðis, at soleiðis er tað nú. Soleiðis nøkulunda soleiðis. Soleiðis er tað bara... nú.
Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 4.5. Stigini eru latin av 18 lesarum - Currently 4,5/5 Stars.
- 1
- 2
- 3
- 4
- 5
Tags:
Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen
24-06-2008 12.47
Tað er órættvíst
at samanbera føroyskan fótbólt við tað, vit hava sæð í EM-kappingini hendan
mánaðin, men tað er kortini ringt at lata vera.
Mánakvøldið hugdi
eg eftir dystinum millum B36 og ÍF, og sjálvt eftir føroyskum standardum var
tað ein ótrúliga vánaligur dystur. Dagin fyri hevði HB tapt 1-4 móti Elfsborg
úr Svøríki, og tapið kundi verið størri. Tað sigur bara somikið sum, at
føroyskur fótbóltur er langt aftanfyri, tá vit skulu máta okkum við tey flestu
av hinum evropeisku londunum.
Tað er kanska ikki
so løgið, tí Føroyar eru eitt lítið land og so framvegis.
Men av tí sama
undrar tað meg almikið, at tað skulu vera so nógvir pengar í føroyskum
fótbólti. Nú skal man ikki taka alt, sum man hoyrir, fyri fult, men nógvar av
upphæddunum, sum koma mær fyri oyrað um, hvat eitt føroyskt fótbóltsfelag
brúkar upp á sítt formulalið, og hvussu nógv ymsir spælarar fáa í
løn/samsýning/gávu, eru fullkomiliga ørandi.
Hvat halda vit
okkum í grundini vera?
Standa avrikini á
føroyskum fótbóltsvøllum mát við tað, sum verður pumpað inn í føroyskan
fótbólt?
Uttan at kenna
tær nágreiniligu upphæddirnar kann eg uttan at himprast svara nei.
Føroyingar eru
garrvillir í fótbólti. Soleiðis er tað bara, og tað leggur sum vera man trýst á
eitt nú nevndirnar í teimum ymsu feløgunum um at fáa úrslit, sum kunnu metast
nøktandi hjá viðhaldsfólkunum og ikki minst sponsorunum og teimum privatu
stuðlunum, sum eingin hoyrir um. Av tí sama strekkja nevndirnar seg langt fyri
at røkka teimum nøktandi úrslitunum.
Men í mínari verð
er eingin sum helst ivi um, at teir nógvu pengarnir í føroyskum fótbólti sum nú
er, eru oyðileggjandi fyri menningina av fótbóltinum.
Tað hoyrist
javnan, at evnaríkir føroyskir fótbóltsleikarar ikki tíma av landinum at gerast
betri, tí teir liva eina greiva-tilveru í Føroyum, ikki minst takkað verið
teimum duldu sponsorunum aftanfyri leiktjøldini. Sjálvandi siga teir ikki nei
til ein góðan pengaposa, og sjálvandi er tað freistandi at vera ein stórur
fiskur í tí lítla hylinum, heldur enn plankton í tí stóra havinum.
Men fyri
menningina av føroyskum fótbólti og fyri landsliðið er hetta drepandi. Tá
føroyska landsliðið fyri eini tíggju árum síðani var gott, spældi meginparturin
av leikarunum í feløgum uttanlands, og úrslitini sóust. Í dag spæla teir flestu
landsliðsleikararnir í tí sum heild sera, sera vánaligu Formuladeildini, og
landsliðið skramblar niður eftir FIFA-listanum.
Tað sigur eisini
eitt sindur um ambitiónsstøðið hjá føroyskum fótbóltsspælarum, at teir helst
vilja vera heima og vinna eitt føroyameistaraheiti, heldur enn at taka kampin
upp uttanlands og gerast betri sum leikarar, sjálvt um tað ikki inniber at fáa
eitt heiðursmerki um hálsin.
Hvussu nógv dømi
hava vit ikki um fótbóltsspælarar, sum hava roynt seg uttanlands og eru komnir
í eitt sindur av mótgongd fyri síðani at hinta um, at teir kanska koma heim
aftur? Beinanvegin standa trý-fýra feløg klár við tilboðum, sum eru nógv betri
enn tað, spælarin fær uttanlands, og spælarin verður eisini lyftur upp av, at
tað knappliga er onkur, sum skoytir um hann aftur og fer við honum sum tann
stjørnan, hann í veruleikanum ikki er. Í staðin fyri at hesin tók kampin upp uttanlands og arbeiddi eyka nógv fyri at vinna sær eina betri støðu í sínum felag.
Hvørji krøv verða í roynd og veru sett til hesar leikararnar? Krøv um lívsstíl, vekt, venjing og ikki minst avrik? Samsvara krøvini við tað, sum verður spýtt í kassan? Eg ivist.
Umbering hjá flestu feløgum er ivaleyst, at "vit hava ikki so nógv fólk at taka av og mugu brúka tað, vit hava". Ivaleyst er tað rætt, men hvat felag vil vera tað fyrsta at vísa dirvi og siga, at "um tú ikki livir upp til okkara krøv, kanst tú fara onkra aðrastaðni. So vilja vit heldur brúka okkara egnu ungu spælarar, sjálvt um vit missa møguleikan fyri at vinna nakað - í ár".
Hvat felag torir at gera hetta? I dare you!
Tað kundi verið
áhugavert at vita, hvussu nógv eitt føroyameistaraheiti kostar. Neyvan er tað
smápengar, sum skulu til fyri at vinna bygdini ella býnum heiður og æru, men
kostnaðurin fyri føroyskan fótbólt sum heild er eisini stórur. Ómetaliga
stórur.
Føroyskur
fótbóltur er vaksin upp um seg sjálvan. Ikki fyrr enn vit stinga fingurin í
jørðina og veruliga hyggja at okkum sjálvum og síggja, hvørji vit í
veruleikanum eru, kunnu vit fáa veruliga framgongd í fótbóltinum, sum seinastu
tíggju árini bara hevur verið í leikligari afturgongd í Føroyum.
Eg veit ikki, hvussu vit loysa trupulleikan. Vinnulívsfólk mugu sjálvi avgera, hvussu tey brúka sínar pengar. Fótbóltsfeløg fara sjálvandi ikki at siga nei til allan tann peningaliga stuðul, tey kunnu fáa. Og fótbóltsspælarar uttan veruligar ambitiónir (harvið teir flestu føroysku spælararnir) fara ikki at siga nei til at vera stjørnur í dunnuhylinum og fáa nógvar pengar afturat. Onkur má broyta hugburð, og tað mest nærliggjandi er, at spælarin sigur við seg sjálvan, at eg vil nakað meir við mínum evnum, heldur enn at ganga heima og hugna mær á føroyska graslíkinum. Men eg ivist stórliga í, um føroyskir fótbóltsspælarar veruliga vilja broyta tann hugburðin. Tí ein slíkur hugburður má fyri ein stóran part vera íborin.
Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 4.4. Stigini eru latin av 21 lesarum - Currently 4,428571/5 Stars.
- 1
- 2
- 3
- 4
- 5
Tags:
Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen
10-06-2008 01.06
Leygarkvøldið
hendi tað so: Eg fór í biograf at hyggja eftir “Sex & The City”.
Lat meg
beinanvegin siga, at eg fór ikki einsamallur. Lat meg heldur siga tað soleiðis,
at eg tók eina kúlu fyri parlagið. Og hinvegin... filmurin varar umleið 180
minuttir, og í hesum EM-tíðum svarar tað til tveir fótbóltsdystir, so there!
Sum vit koma
gangandi gjøgnum klubbagarðin, møta vit einum kenningi saman við konuni.
- Nú? Hyggja
eftir Sex & The City?, spyr hann ikki ov harðmæltur.
Eg nikki játtandi,
og hann svarar, at tað skulu tey eisini. Eingin grund til at rópa ov hart,
sjálvt um næstan eingin annar er í garðinum.
Tað broytist, tá
vit koma inn í forhøllina hjá Havnar Bio. Her er sum seyður í rætt, men tað er
ógvuliga langt millum veðrarnar. Vildi skotið uppá, at minst 90 prosent av
biografgangarunum hetta kvøldið eru konufólk. Eina lítla løtu kennir man seg
eini 15 ár yngri og aftur á málsligu deild í Hoydølum, men bara eina lítla
løtu.
Tað tekur sína
tíð at sleppa inn. Klokkan nærkast midnátt, og tað er sum í ritubergi, nú øll
hesi føroysku konufólkini, sum so at siga einki hava til felags við lívsstílin
hjá teimum fýra kvinnunum í New York, gleða seg til at koma inn og síggja sínar
fyrimyndir. Eg gleði meg mest til at sleppa at seta meg niður.
So brestur fyri
nev, og allur riðilin floymir inn í salin. Vit finna útav, at okkara pláss eru
á aftastu rekkju, og eg siti heilt inn móti vegginum. “Ikki so galið, um tú
sovnar”, sigur hon sjálv. Tað er eg sjálvur, sum havi skotið upp at fara í
biograf við henni, og eg havi ongar ætlanir um at sovna. Nú eri eg komin so
langt, so nú skal eg fáa alt við.
Á veg inn til
plássið hjá mær gangi eg framvið einum øðrum ungum manni, sum sær út til at
vera í sama báti sum eg. Eyguni hjá okkum møtast eitt sekund, og eg síggi eitt
slag av “eg-veit-akkurát-hvussu-tú-hevur-tað-beint-nú” í eygunum hjá honum, tá
eg smoyggi mær framvið honum og gentuni.
Filmurin fer í
gongd, og tað líkist tí, man sær í sjónvarpinum. Eg eri so avgjørt ikki ein
trúgvur SATC-hyggjari, tá sendingin er á TV3. Havi zappað meg fram á tað
onkuntíð og havi so hugt eina løtu, so eg veit, hvat tað snýr seg um. Eg veit
eisini, at bara ein av teimum fýra sær veruliga gott út (nei, tími ikki at siga
hvør), og at bara ein av teimum er veruliga stuttlig (Samantha Jones). Hesar
báðar fordómarnar fái eg skjótt váttaðar.
Handlingin í
filminum klárar ikki ordiliga at fanga meg, so tankarnir fara á flog. Filmurin
snýr seg um fýra kvinnur, sum eru bestu vinkonur fram um alt annað, og eg fari
at hugsa um tað realistiska í hesum.
Í okkara yngru
árum vóru vit eini átta vinmenn, sum hvørt ár plagdu at fara eitt vikuskifti í
summarhús úti á bygd. Minnist, at ein vinkona øvundaði okkum hetta, men
samstundis segði hon, at tað aldrin hevði borið til hjá henni og sjey vinkonum
at hildið eitt heilt vikuskifti saman í einum summarhúsum. Tvær, tríggjar og
kanska fýra hevði gingið, men ikki átta! Tað hevði alt endað í slaturi og
ryggstingaríið, plagdi hon at siga. “Kvinde er kvinde værst”, sum onkur hevur
tikið til.
Men okey... hetta
er ein filmur, og tað pjøvist kanska ikki at vera so realistiskt. Eg sigi ikki,
at tað ikki ber til hjá fýra kvinnum at koma so væl út av tí saman – eg eri so
avgjørt ikki serfrøðingur, tá tað kemur til konufólk – men tað virkar eitt
sindur ov ljósareytt. Too pink to be perfect.
Knappliga fer alt
í svart. Pausa. Havnar Bio hevur sum kanska einasti biografur í verðini
framvegis pausu hálva leið inni í filmunum, sjálvt um tað ikki longur er nøkur
teknisk forðing fyri at vísa ein heilan film út í eitt koyr. Kioskin skal væl
selja fyri at alt skal mala runt, men í mun til aðrar ferðir, har pausan bara
irriterar, kemur hon væl við hesaferð. Út at strekkja beinini og fáa sær ein
royk, og tað kemur væl við. Tað er næstan so, at man ernast somikið, at man fær
nýtt mót upp á filmin.
Men seinna helvt
av filminum er ikki betri enn tann fyrra. Onkuntíð flenni eg, og ta einu
ferðini flenni eg faktisk í kíki. So heilt galið er tað ikki. Men fyri tað
mesta blívir tað til eitt “hø-hø”, tá meginparturin av salinum situr og
skríggjar í látri. Áðurnevndi ungi maðurin, sum situr trý setur longri yviri,
kemur eisini við sínum “hø-hø” innímillum, og eina løtu virkar tað næstan sum
ein kapping millum okkum báðar, hvør kann “hø-hø’a” harðari. Hon sjálv undir
liðini skal jú heldur ikki halda, at man er farin heilt í koma og bara bíðar,
til filmurin er liðugur.
Men so líðandi
fari eg at gera júst tað. Alt, sum gongur fyri seg í filminum, er nakað, man
hevur sæð fyrr í øðrum filmum, og til endans verður tað næstan pínliga lætt at
rokna út, hvussu filmurin endar.
Tá
rullitekstirnir koma, kennist tað sum ein lætti. Samanumtikið ein filmur, sum
fekk meg at flenna í løtum, men sum heilt greitt er ein filmur ætlaður til
kvinnur. Men tað visti eg jú eisini frammanundan. Á veg út aftur komi eg í
tankar um, at eg framvegis ikki havi sæð Indiana Jones...
Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 4.5. Stigini eru latin av 11 lesarum - Currently 4,545454/5 Stars.
- 1
- 2
- 3
- 4
- 5
Tags: sex and the city, bio
Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen
08-04-2008 12.27
Tað er ein eldri kona, sum javnan ringir til mín. Hon
ringir skeivt. Eg giti, at onkur í familjuni ella onkur kenningur hjá henni
hevur eitt telefonnummar, sum líkist mínum rættiliga nógv.
Eg skjóti uppá, at tað er umleið einaferð um mánaðin, at
hon ringir, og soleiðis hevur tað verið nú í minst eitt ár. Eftirhondini kenni
eg røddina á henni, sjálvt um hon ongantíð sigur, hvør hon er. Men hon spyr
næstan sama spurning hvørja ferð, og so má eg siga, at hon tíverri hevur ringt
skeivt. So sigur hon orsaka og leggur á.
At byrja við irriteraði tað meg eitt sindur, at hon bleiv
við at ringja. Nú havi eg vant meg við tað. Eg eri ov fólkaligur til at siga
við hana, at hon altso má læra seg at raka rætt á sínari telefon.
So líðandi bleiv eg forvitin eftir at vita, hvør hendan
konan var, sum so ofta ringdi skeivt. Nummarið var skjótt at finna á netinum,
og nú veit eg, at hon býr á eini av teimum minnu oyggjunum í Føroyum. Kanska
keðir hon seg bara á útoyggj?
Kanska tá eg einaferð siti og keði meg, fari eg at ringja
til hana – bara til stuttleikar. Kanska kennir hon eisini mína rødd, men eg
ivist. So kann eg spyrja hana tað sama, sum hon altíð spyr meg – kundi verið
stuttligt at vita, hvussu hon reagerar.
Eg veit ikki, um hon fer at ringja aftur. Eg skal heldur
ikki pástanda, at eg gleði meg til, at hon ringir næstu ferð, men hon ljóðar
til at vera komin so nógv upp í árini, at eg kann fara at stúra, um hon ikki
ringir aftur.
Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 4.3. Stigini eru latin av 21 lesarum - Currently 4,333332/5 Stars.
- 1
- 2
- 3
- 4
- 5
Tags:
Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen
05-03-2008 12.04
Nú ein dagin tók eg eitt reint nostalgi-tripp og fór at hyggja eftir filminum um Karate Kid.
Eg minnist, hvussu fantastiskur filmurin var tá einaferð í 80'unum. Hann var fult á hædd við Rambo, Indiana Jones og aðrar klassikarar, og hatta síðsta sparkið í filminum var nakað, vit smádreingir tosaðu um í fleiri vikur aftaná. So nógv tann minniligasta løtan í filminum - tá Ralph Macchio fangar eina flugu við japanskum etipinnum, er tann einasta onnur løtan, man minnist klárt, og so sjálvandi "wax on-wax off" linjuna hjá Miyagi.
At síggja filmin í dag er... øðrvísi.
Mamma Karate-barnið Daniel LaRusso spælir so vánaligt, at man krympar tærnar, Elisabeth Shue sá líka gott út tá sum tann eldra útgávan av henni ger í dag, Mr. Miyagi er stuttligur upp á ein heilt annan máta, og Daniel sjálvur er sum man minnist hann. Ein la-la filmsleikari í fyrru helvt av 20'unum, sum sá út til at vera nógv yngri.
Aftan á filmin fór eg at hugsa um, hvat hesin góði Ralph Macchio man gera í dag. Burtursæð frá tí herliga "My Cousin Vinnie" minnist eg meg ikki hava sæð hann í nøkrum øðrum filmi enn í teimum tilsamans trimum Karate Kid-filmunum, sum vórðu gjørdir.
Besta staðið at finna út av slíkum er at fara á internetið, og klárt besta miðið í so máta er The Internet Movie Database - www.imdb.com.
Hann var skjótur at finna. Ralph Macchio var føddur 4. november 1961 og hevur sostatt verið 22 ár, tá tann fyrsti Karate Kid varð tikin upp (filmurin sjálvur kom í 1984).
Annars var ikki nógv áhugavert at lesa um hann. Hann hevur verið við í onkrum filmum, man ongantíð hevur hoyrt um, og í onkrum serium, har hann hevur havt onkran tilvildarligan leiklut.
Í dag er Ralph Macchio 46 ár. Hann spælir framvegis við í filmum og er í seinastuni eisini farin at leikstjórna sjálvur, men hann kann ikki metast sum nøkur stjørna.
Men í mínari verð fer hann altíð at vera Daniel LaRusso - The Karate Kid!
Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen
23-11-2007 12.53
Sunnudagin
verður lutakast til HM-undankappingina 2008-09. Lutakastið
fer fram í Suðurafrika, sum skal vera vertur fyri HM-endaspælinum í 2010.
Tilsamans 53 lond úr Evropa hava meldað til
undankappingina. Teirra millum eru eisini heimsmeistararnir Italia, tí
reglurnar eru nú broyttar soleiðis, at verandi heimsmeistari má kvalifisera seg
til HM eins og øll onnur, burtursæð frá vertslandinum, sum eins og áður er
sjálvskrivaður luttakari.
Evropeisku londini skulu býtast upp í 9 undanbólkar. Átta
av hesum bólkunum hava seks lond, og ein bólkur hevur bert fimm lond.
Føroyar
eru sjálvandi eisini við í lutakastinum, og føroyska landsliðið er sum væntað
styrkismett í tí veikasta raðnum. Har eru vit saman við Andorra, Estlandi,
Liktinstein, Luksemburg, Malta, Montenegro og San Marino. Tað merkir so eisini,
at Føroyar ikki kunnu koma í sama undanbólk sum nakað av hesum londunum. Men
við hinum 45 londunum er frítt val á øllum hillum, so at siga.
Harumframt
merkir tað, at Føroyar koma í ein bólk við seks londum.
Styrkismetingin
hjá FIFA hesaferð er gjørd beinleiðis út frá FIFA-styrkilistanum, og tað ger,
at onkrar forskjótingar eru í styrkismetingini. Til dømis er tað merkisvert at
síggja, at ein so siðvand fótbóltstjóð sum Eysturríki er heilt niðri í
næstniðasta raðnum. Tað sama er Slovenia, sum annars hevur luttikið í bæði EM-
og HM-endaspølum, síðani landið bleiv sjálvstøðugt.
Danmark
er endað heilt niðri í triðja raði, og so er eisini merkisvert, at eitt land
sum Moldova – ið vanliga verður roknað sum ein av pinkutjóðunum – hevur vunnið
seg heilt upp í fjórða rað av teimum seks.
Lutakastið
verður spennandi at fylgja, og tað er eisini spennandi at spæla sær við
londunum upp til lutakastið. Hvat er ein góður bólkur fyri Føroyar, og hvat er
ein ringur bólkur fyri Føroyar? Nú føroyska liðið kom í kanska tann
allarsterkasta undanbólkin til EM 2008, kunnu vit vóna, at vit fáa eitt hepnari
lutakast hesaferð.
Úr
A-røðini hevði verið hugaligt at fingið Holland ella Portugal. Saman við
Kroatia eru hesi bæði einastu lond úr A-raðnum, vit enn ongantíð hava verið í
bólki saman við.
Ongland er sum vera man ynskimótstøðan úr B-raðnum.
Um ikki Ongland,
so hevði Svøríki verið vælkomið, eins og Skotland altíð er stuttligt at møta.
Eisini
Danmark má metast sum ein ynskimótstøða hjá føroyingum úr C-raðnum. Av øðrum
”góðum” londum í hesum raðnum eru Belgia, Noreg, Írland og Norðurírland.
Ungarn
er ein fyrrverandi fótbóltsrisi, sum hevur fingið lítið av skafti seinastu
árini, og sum ofta kiksar móti teimum heilt veiku liðunum. Tí hevði Ungarn
verið eitt ógvuliga áhugavert land at møtt hjá Føroyum úr D-raðnum. Wales hevði
heldur ikki verið so galið.
Og
úr E-raðnum skulu vit vóna at fáa okkurt av teimum á pappírinum veikastu
liðunum í hesum raðnum. Tað kundi verið Armenia ella Aserbadjan, men hinvegin
er Ísland ikki so væl fyri í løtuni, so kanska hevði hetta verið júst rætta
løtan at møtt íslendingum.
Dreymabólkurin:
Holland, Ongland, Danmark, Ungarn, Armenia og Føroyar.
Marrubólkurin:
Frakland, Russland, Serbia, Hvítarussland, Slovenia og Føroyar.
Hesum
londunum hava Føroyar enn ongantíð verið í bólki saman við í HM- ella
EM-undankapping: Holland, Kroatia, Portugal, Bulgaria, Ongland, Pólland,
Svøríki, Turkaland, Noreg, Hvítarussland, Makedonia, Moldova, Ungarn, Albania,
Armenia, Aserbadjan, Kasakstan, Letland, Andorra, Liktinstein og Montenegro.
Av
hesum hava vit spælt vinadystir móti Hollandi, Póllandi, Svøríki, Turkalandi,
Noregi, Aserbadjan, Kasakstan, Andorra og Liktinstein.
Við
øðrum orðum eru 12 lond í komandi HM-undankapping, sum Føroyar ongantíð hava
møtt fyrr. Ellivu av hesum kunnu vit koma í bólk saman við nú.
Styrkismetingin:
Rað A: Frakland, Grikkaland, Holland, Italia,
Kekkia, Kroatia, Portugal, Spania og Týskland.
Rað B: Bulgaria, Ísrael, Ongland, Pólland,
Rumenia, Russland, Skotland, Svøríki og Turkaland.
Rað C: Belgia, Danmark, Finnland, Írland,
Norðurírland, Noreg, Serbia, Sveis og Ukraina.
Rað D: Bosnia-Hersegovina, Hvítarussland,
Kypros, Litava, Makedonia, Moldova, Slovakia, Ungarn og Wales.
Rað E: Albania, Armenia, Aserbadjan,
Eysturríki, Georgia, Ísland, Kasakstan, Letland og Slovenia.
Rað F: Andorra, Estland, Føroyar, Liktinstein, Luksemburg,
Malta, Montenegro og San Marino.
Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 4.5. Stigini eru latin av 10 lesarum - Currently 4,500001/5 Stars.
- 1
- 2
- 3
- 4
- 5
Tags:
Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen
19-11-2007 12.26
Mikudagin fer
føroyska landsliðið á vøllin í Modena í Bella Italia at spæla seinasta
landsdystin í hesi undankappingini. Tað er fyri neyðini. Lat okkum fáa enda á
hesum kanónbólkinum, vit eru í, og so “starte på en frisk” við einum hepnari
lutakasti til komandi HM-undankapping.
Fótbóltslandsliðið
hevur verið stoltleikin hjá føroyingum, men tað er tað tíverri ikki í løtuni.
Botnurin kom á heimavølli móti Fraklandi. Fáir áskoðarar, keðiligt veður og ein
brølari frá FSF eyðkendu dystin – umframt øll tey fronsku málini, sjálvandi.
Minnist ikki, um tey vóru fimm ella seks.
Móti Fraklandi
upplivdu vit aftur nakað, sum eg ongantíð havi skilt nakað av. Veit ikki, um
tað er FSF ella Tórsvøllur, sum hevur fingið hetta flata hugskotið við at fáa
fólk inn at úttala nøvnini hjá útlendsku leikarunum rætt. Vit hoyrdu tað móti
Russlandi fyri nøkrum árum síðani, og vit hava hoyrt tað móti bæði Italia og
Fraklandi í ár.
Hvat er poengið?
Er hetta ikki OKKARA heimavøllur? Hvat so, um navnið hjá Franck Ribéry ella
Karim Benzema ikki verður rætt úttalað í hátalarunum?
Heilt frá tí
Føroyar frá byrjan av fóru upp í altjóða kappingar, hava vit tosað um okkara
heimavøll sum tann stóra fyrimunin, tí tað er so “fremmant” hjá útlendskum
tjóðum at koma hendavegin at spæla fótbólt. Hví gera vit so alt fyri at fáa
teir at kenna seg so nógv heima sum møguligt?
Eg hoyrdi ongan
føroying lesa nøvnini á føroysku leikarunum upp, tá Føroyar spældu í Hannover.
Ella í Lens. Ella í Moskva.
Tað fyrsta, eg
hugsi, tá eg hoyri slíkt, er: “Um vit eru so fitt sum møguligt móti teimum,
kann tað vera, at teir eisini eru fittir móti okkum og ikki skora alt ov nógv
mál móti okkum”. Ella sagt við øðrum orðum: “Góðu ikki buka okkum av.”
Eg veit, at
føroyingar eru rættiliga sjúkir eftir at fáa útlendingar at dáma okkum. Vit
kenna standard-spurningin til útlendskar gestir: “Hvad synes du så om
Færøerne?” (hvat skal viðkomandi svara annað enn positivt?).
Men er tað
veruliga soleiðis, at hetta nú eisini er komið inn í landsliðsfótbóltin? Royna
vit at imponera teir stóru útlendingarnar við at vísa, at vit eisini duga at
úttala italsk og fronsk nøvn rætt?
Nei, nei, nei! Eg
vil heldur hava onkran at úttala nøvnini á fronskum og italskum heimsstjørnum
so ófantaliga sum møguligt. Og eg vil hoyra Fuglakvæðið hjá Per Frost ella
Ormin Langa hjá Týr runga úr hátalarunum og út á rennváta Tórsvøll, so hesar
forkelaðu stjørnurnar VERULIGA kunnu merkja, at her eru teir á útivølli og mugu
arbeiða fyri sakini. Hitt er láturligt.
Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen
12-11-2007 11.57
Eg havi sum so
einki ímóti hundum. Eg ivist ikki í, at teir allarflestu eru bæði fittir og
vinarligir, men alíkavæl orki eg ikki fyri at møta hesum stóru hundunum, sum
ganga leysir, tá eigarin er farin túr við teimum.
Upprunaliga helt eg lógin ásetti, at hundurin skal vera í bandi, men sambært
grein 3 í løgtingslóg nr. 82 um hundar frá 19. juni 1990 er tað ikki nakað
beinleiðis krav. Har stendur millum annað, at ”ikki er loyvt at hava hund
gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari
ferðslu, uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki, sum hevur fult
ræði á honum.”
Hvat er tað at hava fult ræði á einum hundi?
Onkuntíð, tá tú kemur gangandi, kanst tú møta einum stórum hundi, sum kemur
stunandi ímóti tær. Tað sæst einki til nakran eigara, men tá so hundurin er
farin framvið tær, og pulsurin so smátt er um at fara niður aftur, kemur
eigarin tøssandi langt aftaná. Eigarin kann sjálvandi pástanda, at hann hevur
fult ræði á hundinum hjá sær, men hvussu kann eg vita tað?
Um eitt risastórt beist, sum fær hundin hjá Baskerville at líkjast einum
chihuahua við vakstrartrupulleikum, kemur rennandi ímóti mær og fer at snodda
upp eftir mær, so frysti eg. At eigarin so ein minutt aftan á kemur fram á
okkum og flennandi sigur ”hann er bara í góðum lag” ella "hann vil bara spæla", kann eg ikki brúka til
nakað. Hvussu kann eg vita, at hann ”bara er í góðum lag”? Tá hundurin av
fyrstan tíð kom tvísporandi ímóti mær í ovfarakæti um at vera sloppin út at
brúka alla sína yvirskotsorku, sá eg einki til at nakar eigari hevði ”fult ræði
á honum”.
Tá ein sovorðin úlvur stillar seg og snoddar har mannfólk fáa mest ilt, er
”hann er bara í góðum lag” IKKI tað fyrsta eg hugsi.
So vælsignaðu hundaeigarar: Gloymið ikki, at sjálvt um tit kenna hundin og
vita, at hann ikki ger haltari hønu mein, so merkir tað ikki, at øll onnur vita tað.
Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 4.8. Stigini eru latin av 21 lesarum - Currently 4,761905/5 Stars.
- 1
- 2
- 3
- 4
- 5
Tags:
Nýggjastu viðmerkingarnar
|
|