Forsíða   |   Goymsla   |   Samband   |   Fá boð, tá nýtt er at frætta

Hundalív

Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen 12-11-2007 11.57

Eg havi sum so einki ímóti hundum. Eg ivist ikki í, at teir allarflestu eru bæði fittir og vinarligir, men alíkavæl orki eg ikki fyri at møta hesum stóru hundunum, sum ganga leysir, tá eigarin er farin túr við teimum.
Upprunaliga helt eg lógin ásetti, at hundurin skal vera í bandi, men sambært grein 3 í løgtingslóg nr. 82 um hundar frá 19. juni 1990 er tað ikki nakað beinleiðis krav. Har stendur millum annað, at ”ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki, sum hevur fult ræði á honum.”
Hvat er tað at hava fult ræði á einum hundi?
Onkuntíð, tá tú kemur gangandi, kanst tú møta einum stórum hundi, sum kemur stunandi ímóti tær. Tað sæst einki til nakran eigara, men tá so hundurin er farin framvið tær, og pulsurin so smátt er um at fara niður aftur, kemur eigarin tøssandi langt aftaná. Eigarin kann sjálvandi pástanda, at hann hevur fult ræði á hundinum hjá sær, men hvussu kann eg vita tað?
Um eitt risastórt beist, sum fær hundin hjá Baskerville at líkjast einum chihuahua við vakstrartrupulleikum, kemur rennandi ímóti mær og fer at snodda upp eftir mær, so frysti eg. At eigarin so ein minutt aftan á kemur fram á okkum og flennandi sigur ”hann er bara í góðum lag” ella "hann vil bara spæla", kann eg ikki brúka til nakað. Hvussu kann eg vita, at hann ”bara er í góðum lag”? Tá hundurin av fyrstan tíð kom tvísporandi ímóti mær í ovfarakæti um at vera sloppin út at brúka alla sína yvirskotsorku, sá eg einki til at nakar eigari hevði ”fult ræði á honum”.
Tá ein sovorðin úlvur stillar seg og snoddar har mannfólk fáa mest ilt, er ”hann er bara í góðum lag” IKKI tað fyrsta eg hugsi.
So vælsignaðu hundaeigarar: Gloymið ikki, at sjálvt um tit kenna hundin og vita, at hann ikki ger haltari hønu mein, so merkir tað ikki, at øll onnur vita tað.

Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 4.8. Stigini eru latin av 21 lesarum

  • Currently 4,761905/5 Stars.
  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5

Tags:

Viðmerkingar

12-11-2007 13.38.56

Beinrakin viðmerking.

Sum hundaeigari eigur tú altíð at vita, hvørt tú hevur fult ræði á hundinum ella ikki. Fult ræði merkir, at tú altíð kann rópa hundin til tín, um okkurt skuldi verið áfatt. Hetta krevur bara, at tú venur hundin ordiliga.

Sjálvur havi eg ein stóran hund, sum av og á gongur leysur tá vit ganga túr burtur frá alfaravegi. Um vit hitta onkran, ið eins og vit er til gongu rópi eg altíð hundin til mín, og havi hann sitandi við liðina á mær, til viðkomandi hevur gingið framvið. Men onki er meira irriterandi enn at hitta fólk, sum hava hundin leysan og slett ikki makta hann. Tá skal tú stríðast við at halda hitt (ofta aggressiva) beistið burtur frá tínum vælvanda hundi, til tann óumhugsni eigarin kemur døllandi framvið.

Rasmus

13-11-2007 08.45.39

Haha. Spot on!

Atli

19-11-2007 12.43.40

Takk fyri viðmerkingarnar.
Rasmus, eg fegnist um, at tú sum hundaeigari vísir atlit til, at ikki øll onnur eru so trygg við (leysar) hundar. Dugi eisini øgiliga væl at síggja irritatiónina í, at onnur ikki hava tamarhald á sínum hundum, tá tey møta tykkum.
Hinvegin broytir tað ikki upp á mítt "problem" við, nær hundaeigarin hevur "fult ræði" á hundinum. TÚ veitst, at tú hevur fult ræði á tínum hundi, og alt gott um tað, men EG veit tað framvegis ikki, tá eg síggi hundin hjá tær ganga leysan. Men sum eg skilji á lagnum, er tað bara, tá tit eru burtur frá alfaravegi, at hann gongur leysur, so tað er fínasta slag. Smile

Emil L. Jacobsen

Stovna viðmerking



 

  Country flag





Live preview

14-03-2010 15.54.43

Carl Carlson

editor@dimma.fo
Sjurdur Horsdal
Chefredaktoren

Álmanakki

<<  mars 2010  >>
mifrlesu
22232425262728
1234567
891011121314
15161718192021
22232425262728
2930311234

Vís størri álmanakkayvirlit

Nýggjasta greinin

Nýggjastu viðmerkingarnar

Bólkar