Tað er órættvíst
at samanbera føroyskan fótbólt við tað, vit hava sæð í EM-kappingini hendan
mánaðin, men tað er kortini ringt at lata vera.
Mánakvøldið hugdi
eg eftir dystinum millum B36 og ÍF, og sjálvt eftir føroyskum standardum var
tað ein ótrúliga vánaligur dystur. Dagin fyri hevði HB tapt 1-4 móti Elfsborg
úr Svøríki, og tapið kundi verið størri. Tað sigur bara somikið sum, at
føroyskur fótbóltur er langt aftanfyri, tá vit skulu máta okkum við tey flestu
av hinum evropeisku londunum.
Tað er kanska ikki
so løgið, tí Føroyar eru eitt lítið land og so framvegis.
Men av tí sama
undrar tað meg almikið, at tað skulu vera so nógvir pengar í føroyskum
fótbólti. Nú skal man ikki taka alt, sum man hoyrir, fyri fult, men nógvar av
upphæddunum, sum koma mær fyri oyrað um, hvat eitt føroyskt fótbóltsfelag
brúkar upp á sítt formulalið, og hvussu nógv ymsir spælarar fáa í
løn/samsýning/gávu, eru fullkomiliga ørandi.
Hvat halda vit
okkum í grundini vera?
Standa avrikini á
føroyskum fótbóltsvøllum mát við tað, sum verður pumpað inn í føroyskan
fótbólt?
Uttan at kenna
tær nágreiniligu upphæddirnar kann eg uttan at himprast svara nei.
Føroyingar eru
garrvillir í fótbólti. Soleiðis er tað bara, og tað leggur sum vera man trýst á
eitt nú nevndirnar í teimum ymsu feløgunum um at fáa úrslit, sum kunnu metast
nøktandi hjá viðhaldsfólkunum og ikki minst sponsorunum og teimum privatu
stuðlunum, sum eingin hoyrir um. Av tí sama strekkja nevndirnar seg langt fyri
at røkka teimum nøktandi úrslitunum.
Men í mínari verð
er eingin sum helst ivi um, at teir nógvu pengarnir í føroyskum fótbólti sum nú
er, eru oyðileggjandi fyri menningina av fótbóltinum.
Tað hoyrist
javnan, at evnaríkir føroyskir fótbóltsleikarar ikki tíma av landinum at gerast
betri, tí teir liva eina greiva-tilveru í Føroyum, ikki minst takkað verið
teimum duldu sponsorunum aftanfyri leiktjøldini. Sjálvandi siga teir ikki nei
til ein góðan pengaposa, og sjálvandi er tað freistandi at vera ein stórur
fiskur í tí lítla hylinum, heldur enn plankton í tí stóra havinum.
Men fyri
menningina av føroyskum fótbólti og fyri landsliðið er hetta drepandi. Tá
føroyska landsliðið fyri eini tíggju árum síðani var gott, spældi meginparturin
av leikarunum í feløgum uttanlands, og úrslitini sóust. Í dag spæla teir flestu
landsliðsleikararnir í tí sum heild sera, sera vánaligu Formuladeildini, og
landsliðið skramblar niður eftir FIFA-listanum.
Tað sigur eisini
eitt sindur um ambitiónsstøðið hjá føroyskum fótbóltsspælarum, at teir helst
vilja vera heima og vinna eitt føroyameistaraheiti, heldur enn at taka kampin
upp uttanlands og gerast betri sum leikarar, sjálvt um tað ikki inniber at fáa
eitt heiðursmerki um hálsin.
Hvussu nógv dømi
hava vit ikki um fótbóltsspælarar, sum hava roynt seg uttanlands og eru komnir
í eitt sindur av mótgongd fyri síðani at hinta um, at teir kanska koma heim
aftur? Beinanvegin standa trý-fýra feløg klár við tilboðum, sum eru nógv betri
enn tað, spælarin fær uttanlands, og spælarin verður eisini lyftur upp av, at
tað knappliga er onkur, sum skoytir um hann aftur og fer við honum sum tann
stjørnan, hann í veruleikanum ikki er. Í staðin fyri at hesin tók kampin upp uttanlands og arbeiddi eyka nógv fyri at vinna sær eina betri støðu í sínum felag.
Hvørji krøv verða í roynd og veru sett til hesar leikararnar? Krøv um lívsstíl, vekt, venjing og ikki minst avrik? Samsvara krøvini við tað, sum verður spýtt í kassan? Eg ivist.
Umbering hjá flestu feløgum er ivaleyst, at "vit hava ikki so nógv fólk at taka av og mugu brúka tað, vit hava". Ivaleyst er tað rætt, men hvat felag vil vera tað fyrsta at vísa dirvi og siga, at "um tú ikki livir upp til okkara krøv, kanst tú fara onkra aðrastaðni. So vilja vit heldur brúka okkara egnu ungu spælarar, sjálvt um vit missa møguleikan fyri at vinna nakað - í ár".
Hvat felag torir at gera hetta? I dare you!
Tað kundi verið
áhugavert at vita, hvussu nógv eitt føroyameistaraheiti kostar. Neyvan er tað
smápengar, sum skulu til fyri at vinna bygdini ella býnum heiður og æru, men
kostnaðurin fyri føroyskan fótbólt sum heild er eisini stórur. Ómetaliga
stórur.
Føroyskur
fótbóltur er vaksin upp um seg sjálvan. Ikki fyrr enn vit stinga fingurin í
jørðina og veruliga hyggja at okkum sjálvum og síggja, hvørji vit í
veruleikanum eru, kunnu vit fáa veruliga framgongd í fótbóltinum, sum seinastu
tíggju árini bara hevur verið í leikligari afturgongd í Føroyum.
Eg veit ikki, hvussu vit loysa trupulleikan. Vinnulívsfólk mugu sjálvi avgera, hvussu tey brúka sínar pengar. Fótbóltsfeløg fara sjálvandi ikki at siga nei til allan tann peningaliga stuðul, tey kunnu fáa. Og fótbóltsspælarar uttan veruligar ambitiónir (harvið teir flestu føroysku spælararnir) fara ikki at siga nei til at vera stjørnur í dunnuhylinum og fáa nógvar pengar afturat. Onkur má broyta hugburð, og tað mest nærliggjandi er, at spælarin sigur við seg sjálvan, at eg vil nakað meir við mínum evnum, heldur enn at ganga heima og hugna mær á føroyska graslíkinum. Men eg ivist stórliga í, um føroyskir fótbóltsspælarar veruliga vilja broyta tann hugburðin. Tí ein slíkur hugburður má fyri ein stóran part vera íborin.