Leygarkvøldið
hendi tað so: Eg fór í biograf at hyggja eftir “Sex & The City”.
Lat meg
beinanvegin siga, at eg fór ikki einsamallur. Lat meg heldur siga tað soleiðis,
at eg tók eina kúlu fyri parlagið. Og hinvegin... filmurin varar umleið 180
minuttir, og í hesum EM-tíðum svarar tað til tveir fótbóltsdystir, so there!
Sum vit koma
gangandi gjøgnum klubbagarðin, møta vit einum kenningi saman við konuni.
- Nú? Hyggja
eftir Sex & The City?, spyr hann ikki ov harðmæltur.
Eg nikki játtandi,
og hann svarar, at tað skulu tey eisini. Eingin grund til at rópa ov hart,
sjálvt um næstan eingin annar er í garðinum.
Tað broytist, tá
vit koma inn í forhøllina hjá Havnar Bio. Her er sum seyður í rætt, men tað er
ógvuliga langt millum veðrarnar. Vildi skotið uppá, at minst 90 prosent av
biografgangarunum hetta kvøldið eru konufólk. Eina lítla løtu kennir man seg
eini 15 ár yngri og aftur á málsligu deild í Hoydølum, men bara eina lítla
løtu.
Tað tekur sína
tíð at sleppa inn. Klokkan nærkast midnátt, og tað er sum í ritubergi, nú øll
hesi føroysku konufólkini, sum so at siga einki hava til felags við lívsstílin
hjá teimum fýra kvinnunum í New York, gleða seg til at koma inn og síggja sínar
fyrimyndir. Eg gleði meg mest til at sleppa at seta meg niður.
So brestur fyri
nev, og allur riðilin floymir inn í salin. Vit finna útav, at okkara pláss eru
á aftastu rekkju, og eg siti heilt inn móti vegginum. “Ikki so galið, um tú
sovnar”, sigur hon sjálv. Tað er eg sjálvur, sum havi skotið upp at fara í
biograf við henni, og eg havi ongar ætlanir um at sovna. Nú eri eg komin so
langt, so nú skal eg fáa alt við.
Á veg inn til
plássið hjá mær gangi eg framvið einum øðrum ungum manni, sum sær út til at
vera í sama báti sum eg. Eyguni hjá okkum møtast eitt sekund, og eg síggi eitt
slag av “eg-veit-akkurát-hvussu-tú-hevur-tað-beint-nú” í eygunum hjá honum, tá
eg smoyggi mær framvið honum og gentuni.
Filmurin fer í
gongd, og tað líkist tí, man sær í sjónvarpinum. Eg eri so avgjørt ikki ein
trúgvur SATC-hyggjari, tá sendingin er á TV3. Havi zappað meg fram á tað
onkuntíð og havi so hugt eina løtu, so eg veit, hvat tað snýr seg um. Eg veit
eisini, at bara ein av teimum fýra sær veruliga gott út (nei, tími ikki at siga
hvør), og at bara ein av teimum er veruliga stuttlig (Samantha Jones). Hesar
báðar fordómarnar fái eg skjótt váttaðar.
Handlingin í
filminum klárar ikki ordiliga at fanga meg, so tankarnir fara á flog. Filmurin
snýr seg um fýra kvinnur, sum eru bestu vinkonur fram um alt annað, og eg fari
at hugsa um tað realistiska í hesum.
Í okkara yngru
árum vóru vit eini átta vinmenn, sum hvørt ár plagdu at fara eitt vikuskifti í
summarhús úti á bygd. Minnist, at ein vinkona øvundaði okkum hetta, men
samstundis segði hon, at tað aldrin hevði borið til hjá henni og sjey vinkonum
at hildið eitt heilt vikuskifti saman í einum summarhúsum. Tvær, tríggjar og
kanska fýra hevði gingið, men ikki átta! Tað hevði alt endað í slaturi og
ryggstingaríið, plagdi hon at siga. “Kvinde er kvinde værst”, sum onkur hevur
tikið til.
Men okey... hetta
er ein filmur, og tað pjøvist kanska ikki at vera so realistiskt. Eg sigi ikki,
at tað ikki ber til hjá fýra kvinnum at koma so væl út av tí saman – eg eri so
avgjørt ikki serfrøðingur, tá tað kemur til konufólk – men tað virkar eitt
sindur ov ljósareytt. Too pink to be perfect.
Knappliga fer alt
í svart. Pausa. Havnar Bio hevur sum kanska einasti biografur í verðini
framvegis pausu hálva leið inni í filmunum, sjálvt um tað ikki longur er nøkur
teknisk forðing fyri at vísa ein heilan film út í eitt koyr. Kioskin skal væl
selja fyri at alt skal mala runt, men í mun til aðrar ferðir, har pausan bara
irriterar, kemur hon væl við hesaferð. Út at strekkja beinini og fáa sær ein
royk, og tað kemur væl við. Tað er næstan so, at man ernast somikið, at man fær
nýtt mót upp á filmin.
Men seinna helvt
av filminum er ikki betri enn tann fyrra. Onkuntíð flenni eg, og ta einu
ferðini flenni eg faktisk í kíki. So heilt galið er tað ikki. Men fyri tað
mesta blívir tað til eitt “hø-hø”, tá meginparturin av salinum situr og
skríggjar í látri. Áðurnevndi ungi maðurin, sum situr trý setur longri yviri,
kemur eisini við sínum “hø-hø” innímillum, og eina løtu virkar tað næstan sum
ein kapping millum okkum báðar, hvør kann “hø-hø’a” harðari. Hon sjálv undir
liðini skal jú heldur ikki halda, at man er farin heilt í koma og bara bíðar,
til filmurin er liðugur.
Men so líðandi
fari eg at gera júst tað. Alt, sum gongur fyri seg í filminum, er nakað, man
hevur sæð fyrr í øðrum filmum, og til endans verður tað næstan pínliga lætt at
rokna út, hvussu filmurin endar.
Tá
rullitekstirnir koma, kennist tað sum ein lætti. Samanumtikið ein filmur, sum
fekk meg at flenna í løtum, men sum heilt greitt er ein filmur ætlaður til
kvinnur. Men tað visti eg jú eisini frammanundan. Á veg út aftur komi eg í
tankar um, at eg framvegis ikki havi sæð Indiana Jones...