Forsíða   |   Goymsla   |   Samband   |   Fá boð, tá nýtt er at frætta

Vit skulu hugsa stórt

Skrivað hevur: Hildur Eyðunsdóttir 06-11-2008 10.23

Føroyar skulu gerast eitt samfelag, sum fólk, mentan og vinna leita til.
Tjóðveldi hevur ábyrgdina av tí mesta, sum er framt seinastu fýra árini í býráðnum, og ongantíð fyrr í føroysku kommunusøguni er hent so nógv sum hetta seinasta valskeiðið.

Menningin skal halda fram.
Vit vilja skapa eina kommunu í dregur fólk, mentan og vinnu at sær. Tað krevur stórar tankar at menna ein ríkan bý. Vit vilja skapa ein bý og eitt samfelag, sum er ríkt í øllum lutum, mentan, trygd og samhaldsfesti. Eitt ríkt samfelag er eisini eitt fjøltáttað samfelag, og vit skulu tí eisini sum kommuna gera, at allir borgarar kenna seg væl. Havnin er universitetsbýur og kommunan skal skipa býin so, at bestu umstøður eru at skapa lestrar, granskingar- og menningarumhvørvi.

Umhvørvishøvuðsstaður
Tórshavnar kommuna eigur at ganga á odda í umhvørvismálum. Vit kunnu gerast fyrsti høvuðsstaður í heimi við ongum motorgangi- og royki, men har allir bilar brúka el ella vetni. Allir kommunalir bygningar vera í løtuni kannaðir fyri orkunýtslu við orkusparing í hyggju. Eisini fyri umhvørvið skal bussleiðin útbyggjast munandi.

Tjóðveldi er borganin fyri:
• at skúlaøkið verður dagført – eisini Musikkskúlin
• at dagstovnaøkið framhaldandi verður ment og styrkt
• at allar ferðsluútbyggingar taka atlit til súkklur og gongufólk
• livandi bygdir
• at bussleiðin verður útbygd
• at Reinsaríðið heldur fram sum spælistað
• at Havnalagið verður tikið við í miðbýarætlanina, til frama fyri mentan og fjøltáttaða vinnu
• at eldraøkið verður yvirtikið

Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 4.0. Stigini eru latin av 1 lesarum

  • Currently 4/5 Stars.
  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5

Tags:

Ger kommunan nóg mikið fyri børn og ung ?

Skrivað hevur: Hildur Eyðunsdóttir 30-10-2008 12.45

Eitt tað fyrsta sum gjørt var, tá ið vit tóku við fyri skjótt fýra árum síðani, var at stovnseta Barna- og ungdómsdeildina.

Hetta mettu vit vera neyðugt fyri at uppraðfesta barna- og ungdómsøkið, og hevur tað víst seg at vera ein góð avgerð.

Væl var komið áleiðis at útbyggja dagstovnaøkið og nú var tíðin komin at seta fokus á innihaldið, hetta m.a. fyri at tryggja at tilboðið frá kommununi var pedagogiskt mennandi og at allir stovnar arbeiða við pedagogiskum málsetningum.

Frítíðarskúlin

Tá ið frítíðarskúlaskipanin varð sett á stovn fyri 12 árum síðani var hon sera kærkomin, men hetta var gjørt við fyribils hølisloysnum. Fyri fýra árum síðani víðkaðu vit skipanina til eisini at umfata 2. flokk. Hóast ikki allir skúlar enn hava fingið ta varandi loysnina, so eru vit komin so mikið væl áleiðis, at allir frítíðarskúlar eru um at hava góðar umstøður.

Hvussu við børnunum frá 3. flokki – fleiri “Margarinfabrikkir” kanska?

Margarinfabrikkin hevur staðið sína roynd, og tað er onki at ivast í, at tað eru líknandi tilboð runt um í kommununi sum hóska betur til tey størri børnini enn vanligi frítíðarskúlin.

Á Margarinfabrikkini er okkurt til einhvønn; tey størru børnini eiga dagarnar, meðan tey ungu upp til 18 ár eiga kvøldini og vikuskiftini.

Margarinfabrikkin hevur seinnu árini, bæði vegna politiskan vælvilja og ikki minst takka verið dugnaligum starvsfólki og leiðslu, umskapað Margarin til eitt sunt, fjølbroytt, áhugavert og trygt umhvørvið fyri tey ungu sum har ganga.

Barna- og ungdómshús á Karla Magnusarbreyt

Kapasiteturin á Margarinfabrikkini er um at vera náddur, og tørvur er á fleiri líknandi húsum. Í Hoyvíkshaganum er stórur tørvur; tí hevði eitt barna- og ungdómshús á Karla Magnusarbreyt verið kærkomið.

Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 2.5. Stigini eru latin av 2 lesarum

  • Currently 2,5/5 Stars.
  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5

Tags:

Kommunan byggir skúlar sum ongantíð fyrr

Skrivað hevur: Hildur Eyðunsdóttir 27-10-2008 02.44
Tvey av teimum stóru málsøkjunum sum kommunan hevur ábyrgdina av, eru skúlabygningar og dagstovnaøkið. Hendan greinin snýr seg um skúlan, hvat er gjørt, hvat er í gerð, og hvat er í væntu.Dagstovnaøkið verður tikið upp í aðrari grein. 

At skúlaøkið hevði ligið á láni í alt ov mong ár, vita øll, og eru tað fleiri góðar og minnið góðar orsøkir til, at so var. Hesi seinastu fýra árini hava skúlarnir verið raðfestir fremst í Tórshavnar kommunu, og tað er ikki hissini tørvur og harvið peningaupphæddir sum krevjast samsvarandi.

 

Tá ið tørvurin er so mikið stórur sum hann er, er tað sjálvsagt, at fýra ár ikki røkka til at koma á mál. Men væl er komið áleiðis, og tað er við góðum vilja møguligt at nærkast málinum, sum er at fáa stóran part av skúlunum dagførdar, nakrar væl ávegis og aðrar í eina raðfesta ætlan komandi fýra árini.

 Mentamálanevndin sett krøv til skúlabygging

Vit hava í mentamálanevndini sett krøv til alla skúlabygging í kommununi. Hesi krøv skulu tryggja at skúlin hevur góðar umstøður til fjølbroytta undirvísing og arbeiðslag, har tað ber til at undirvísa í størri hópum og í smærri bólkum; góðar umstøður til bæði verkætlanararbeiði, sjálvstøðugt arbeiði og sosiala samveru. Námsfrøðiligur tænastudepil skal verða hjarta í skúlanum og lærarar skulu hava tær neyðugu umstøðurnar til fyrireiking, toymisarbeiði, og fundir.

Allir skúlar skulu hava góðar umstøður til næmingar at eta, og skúlagarðurin skal vera bæði spennandi og mennandi.

 Skúlar í gerð

Í løtuni eru tveir stórir skúlar í gerð, Skúlin við Løgmannabreyt, sum verður liðugur komandi skúlaár, og síðani skúlin á Hamrinum á Argjum, har innskúlingarparturin við frítíðarskúla skal verða liðugur komandi skúlaár og allur skúlin árið eftir. Hesir skúlar eru báðir tveysporaðir skúlar frá fyrsta til níggjunda flokk, við frítíðarskúla og dupultari fimleikahøll.

 

Harumframt eru tað teir eldri skúlarnir sum treingja til umfatandi ábøtur og í onkrum førum um- og útbygging. Skúlin í Kollafirði er út og umbygdur og eru nú bert snøklar eftir at fáa hendan skúlan heilt liðnan. Skt. Frants skúli skal hava ein nýggjan bygning til yngstu flokkarnir við frítíðarskúla, og er hetta projektið klárt at seta í gongd. Stórar høvuðsumvælingar eru gjørdar og verða gjørdar í Eysturskúlanum, og í Kommunuskúlanum er gjørd skitsa til komandi skúlan. Hetta er gjørt í samstarvið við skúlan sjálvan og er eitt sera spennadi projekt, sum fer at gera Kommunuskúlan til ein minst líka góðan og spennandi skúla sum teir nýggju skúlarnir.

 Fólkaskúli í Vesturbýnum

Støðan hjá Venjingarskúlanum er óhaldbar og greiða má fáast á spurninginum um barnaskúla í Vesturbýnum. Støða má takast til, um Venjingarskúlin skal dagførast til nútíðar krøv, ella um ein nýggjur Vesturskúli skal byggjast.

 

Undir somu lon húsast ein ótíðarhóskandi barnaskúli, og ein alt ov trongur partur av Fróðskaparsetri Føroya. Ætlanin við at byggja Venjingarskúlan og Læraraskúlan saman hevur ivaleyst verið sera góð í síni tíð. Læraranæmingarnir hava havt sín venjingarskúla, og børnini høvdu bestu atgongd til nýggjar og frískar námsfrøðiligar kreftir. Men í dag líða bæði økini undir ógreiðum játtanarviðurskiftum, har bæði land og kommuna skulu varða av sama bygningi, og hvørgin partur tekur greiða støðu til framtíðina hjá skúlanum.

 Setur og nýggjur Vesturskúli

Mín støða er púra greið. Skúlin er, eftir mínum tykki, nógv betri hóskandi til vaksin enn til børn, og Skúlin á Frælsinum hevði kunnað givið stórum parti av Fróðskaparsetrinum framúr góðar karmar. Tær longu gangirnar, túnini millum lonirnar, stóra plenan og hábærsligi skálin eru sum gjørd til eitt universitet. Umstøður eru bæði til frálæru, ráðstevnur, fundir, bólkavirksemi, bókasavn, ítrótt o.s.fr. Og so liggur skúlin beint upp at restini av lærda háskúlanum, og eitt hanagleiv frá okkara størsta akademiska arbeiðsplássi - Landssjúkrarhúsið. Hevði landið so lagt gomlu hospitalsíbúðirnar av til lestraríbúðir, so høvdu vit um fá ár fingið karmar um eitt virðiligt altjóða universitet í Føroyum.

 

Um landið hinvegin ikki ynskir at keypa kommunurnar part av skúlanum, so eiga vit at fáa tað avgreitt sum skjótast, og taka støðu til hvussu vit so kunnu byggja Venjingarskúlan um, so at hann líkur nútímans krøv til barnaskúlar. Eg vóni tó ikki at tað verður endin, men at vit í komandi valskeiði kunnu seta skjøtil á ein heilt nýggjan Vesturskúla á Fløtum. Tá kunnu vit av álvara siga, at vit hava framtíðartryggja stóru skúlarnar í kommununi nógv ár fram.

 Bráfeingis ábøturHvussu víkur og vendir, mugu tær neyðugu bráfeingis ábøturnar gerast, so tað er liviligt hjá bæði lærarum og næmingum til endaliga loysnin er komin uppá pláss. Bygdaskúlarnir

Neyðugt er somuleiðis at gera ætlan fyri fleiri av okkara bygdaskúlum, t.d.skal skúlin á Velbastað fáa eina varandi loysn og Nólsoyar skúli treingir somuleiðis til betri umstøður bæði uttan og innandura.

 Musikkskúlin

Øll eru vit góð við musikskúlan, og er hann, sum fleiri hava nevnt okkara stoltleiki, men tað er ikki fyri skúlans fysisku umstøður. Musikskúlin hevur staðið á íløguætlanini í fleiri ár, men hava tað tíverri verið ymisk viðurskifti sum hava viðvirka til at skúlin ikki er komin í gongd enn.

 Skúlaøkið sera umfatandi, krevur góðan vilja og breiða semjuEftir mínum tykki er skúlaøkið eitt tað týdningarmesta at raðfesta komandi árini. Vit eiga at halda áfram til vit eru komin á mál. Onkur hevur lyndi til at siga, at nú hava skúlarnir fingið so mikið nógv av fíggjarorkuni hjá kommunui, at tíðin er komin at raðfesta onnur økið. Men eg haldi ikki at vit hava røkt okkara skyldu á skúlaøkinum fyrr enn allir skúlarnir hava eins góðar umstøður. Útfrá omanfyristandandi kann ein og hvør síggja, at hetta gerst ikki uppá fýra ár. Tí er neyðugt við einari breiðari semju í býráðnum um at raðfesta skúlaøkið og gera eina langtíðar íløguætlan fyri skúlarnar.

 

Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 2.5. Stigini eru latin av 2 lesarum

  • Currently 2,5/5 Stars.
  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5

Tags:

Tjóðveldiskvinnurnar gera munin

Skrivað hevur: Hildur Eyðunsdóttir 24-10-2008 01.05
Tað var eitt ordans herðaklapp Tjóðveldiskvinnur fingu frá Bill Justinussen í dag. Tjóðveldiskvinnur fingu æruna av teimum stóru frambrotunum sum veruliga flyta mørk og skapa hugburðsbroyting í samfelagnum. Tey sum vilja broyting skulu tí velja tjóðveldiskvinnur, tær tora.

Henda grein hevur í løtuni hesi stig: 3.4. Stigini eru latin av 7 lesarum

  • Currently 3,428571/5 Stars.
  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5

Tags:

Carl Carlson

editor@dimma.fo
Sjurdur Horsdal
Chefredaktoren

Álmanakki

<<  mars 2010  >>
mifrlesu
22232425262728
1234567
891011121314
15161718192021
22232425262728
2930311234

Vís størri álmanakkayvirlit

Nýggjasta greinin

Nýggjastu viðmerkingarnar

    Tags

      Bólkar