Dakku nýggjur aðalskrivara í Bláa Krossi

2017-03-28 11:29 Author image
Sigmund Vang

Felagssskapurin Bláa Krossi, ið virkar fyri fyribyrgjan og viðgerð innan rúsdrekka- og rúsevnismisnýtsu, hevur sett 64 ára gamla Petur Jákup Petersen - vanliga nevndur Dakku - í starv sum aðalskrivari. Starvið er áramálsett í eitt trý ára skeið.

Felagssskapurin upplýsir í skrivi sent miðlunum, at Dakku Petersen hevur drúgvar leiðsluroyndir, bæði sum arbeiðsformaður og vinnulívsmaður – í Føroyum og uttanlanda. Sum kommunupolitikari hevur hann gott innlit í politisku skipanina. Á fyribyrgingarliga økinum hevur Dakku verið við til at skipa Bingju-projektið “Liv Lívið” hjá Bláa Krossi, sum var á tónleikafestivalunum í fjør.

Hann hevur í nógv ár verið ein drívmegi í sjálvbodna arbeiðinum hjá Bláa Krossi, har hann bæði hevur verið við til at stovna handlar og sum formaður í bygginevndini staðið á odda fyri byggingini av Blákrossheiminum á Nesi. Dakku skal saman við landsnevndini skipa arbeiðið kring landið. Hann tekur við starvinum 1. maj.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður