Advokatar: Loyvið til havnaútbygging stendur við

2016-08-12 12:03 Author image
Dimma

Eitt loyvi er eitt loyvi.

Tað ber ikki til hjá Sirið Stenberg landsstýriskvinnu at taka aftur tað loyvið, sum heilsumálaráðið hevur givið Tórshavnar kommunu at fara undir havnaútbyggingina við Skansan.

Tað staðfesta tveir royndir advokatar, sum dimma.fo hevur tosað við.

- Í útgangsstøðinum er ein slík tilsøgn og góðkenning frá einum embætisfólki bæði gyldug og bindandi, sigur Børn á Heygum, advokatur.

Og nú er ov seint at bakka, heldur Jógvan Páll Lassen.

- Skuldi hon havt stegðað hesum, skuldi hon reagerað beinanvegin, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur. 

 

Sirið Stenberg góðkendi ikki

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum, er komin í satt politiskt ódnarveður, eftir at tað er komið fram, at hon ikki sjálv góðkendi havnaútbyggingina fyri hálva milliard, sum Tórshavnar kommuna nú ætlar sær undir.

Eftir at býarskipanarnevndin mælti frá at geva loyvi til umfatandi havnaumbyggingina við Skansan, skuldi Innlendismálaráðið taka endaliga støðu til umstríddu ætlanina, og aðalráðið gav hetta loyvið tann 30. juni – beint ímóti tí sum býarskipanarnevndin hevði sagt.

Men sambært Sirið Stenberg kom tað púrasta óvart á hana, at loyvið varð givið. Hon las um tað á portalinum, meðan hon sat á einum landsstýrisfundi, har hon ætlaði at leggja málið fra. Kortini fór hon út dagin eftir í útvarpið hjá Kringvarpinum og vardi avgerðina.

Nú er stór óvissa um málið, tí hvussu kann eitt vanligt embætisfólk avgera eina so stóra verkætlan, uttan at hvørki landsstýriskvinna og tíansheldur aðalstjórin hava góðkent umhvørvisloyvið.

 

Kundi gjørt skjótt av

Málið verður nú tikið upp av nýggjum í innlendismálaráðnum, sum fer at eftirmeta málið og taka støðu til, hvat skal henda. men sambært Jógvani Páll Lassen er tað ov seint.

- Vanliga er galdandi í slíkum málum, at tá ið tú varnast ein feil, skalt tú bera skjótt at, áðrenn innihaldið fær ”bestemmandi virknað”, sum tað eitur. Tað kundi hon gjørt, tí hon frætti um tað longu dagin eftir. Hon kundi havt handlað prompte, boðað frá, at tað var ein feilur, og at hon mátti brúka meira tíð. Men nú er helst ov seint, tí Tórshavnar kommuna hevur handlað eftir tí loyvinum, sum er givið, sigur Jógvan Páll Lassen.

Loyvi er altso bindandi, um Tórshavnar kommuna hevur samtykt málið, fingið fígging til vega, gjørt avtalur og so framvegis, sum onkursvegna binda kommununa.

 

Eingin kontrasignaturur

Bjørn á Heygum advokatur heldur somuleiðis, at góðkenningin frá Innlendismálaráðnum er bindandi, hóast innanhýsis mannagongdirnar eru ivasamar.

- At ráðið ikki hevur nakrar fastar reglur og mannagongdir við kontrasignaturi, har antin landsstýrismaðurin ella aðalstjórin eisini skulu skriva undir, er bæði løgið og harmiligt, men tað eigur ikki at gera, at loyvið verður tikið aftur, sigur Bjørn á Heygum.

Vanliga krevst ein kontrasignatur, altso ein undirskrift frá einum yvirskipaðum persóni, tá ið talan er um stórt mál.

- Hetta má sigast at vera eitt mál við stórari tyngd og prinsipiellum týdningi. Tí skuldi tú trúð, at tað kravdist ein undirskrift frá landsstýriskvinnuni, sum harvið hevði bundið myndugleikan. Eftir øllum at døma eru ongar rættningslinjur í hesum aðalráðnum, men tað eigur ikki at broyta avgerðina, tí ráðið hevur vitað av hesum í ein mánað, sigur Bjørn á Heygum.

 

Undarlig útsøgn dagin eftir

Tað undrar advokatarnar stórliga, at Sirið Stenberg fer út og verjir avgerðina, dagin eftir at loyvið er givið, um hon er ónøgd við, at tað er farið úr ráðnum.

- Eg skilji rætt og slætt ikki hennara útsagnir dagin eftir. Hon kundi havt tosað erligt, lagt kortini á borðið, so kundi hon møguliga havt steðgað tí, um tað var tað, hon vildi. Hon kundi havt reagera, áðrenn tað fekk avgerandi ávirkan, sigur Jógvan Páll Lassen.

Sirið Stenberg liggur onkursvegna, sum hon hevur reitt. Bjørn á Heygum væntar tó ikki, at málið fær avleiðingar fyri hana.

- Eg haldi ikki, at málið er av slíkum slag, at tað eigur at kosta. Tað haltar við innanhýsis regluverkinum. Tað er mangulfult, og tað eigur at vera rættað. Men ein slík mannagongd eigur helst ikki at kosta landsstýriskvinnuni starvið, sigur Bjørn á Heygum.

placeholder

Meira langlesnaður