Afturlatin uppboðssøla: Botnfiskur og makrelur undir hamaran

Mynd: Visualhunt.com

Afturlatin uppboðssøla: Botnfiskur og makrelur undir hamaran

2017-08-24 09:24 Author image
Leif Láadal

Fyrsta “afturlatna” uppboðssølan av fiskirættindum verður í dag. Rættindini, ið seld verða, fevna um hesi fiskasløg og nøgd, upplýsir Vørn, sum stendur fyri søluni:
Makrelur: 5.447 tons
Botnfiskur: 1.107 tons (Russiski parturin í Barentshavinum)
Botnfiskur: 614 tons (Norski parturin í Barentshavinum)
Feløg og persónar, ið fara at bjóða upp á rættindi á uppboðssølu, hava fyri í minsta lagi trimum vikum síðani latið Vørn hóskandi skjalprógv, áðrenn uppboðssølan verður hildin, ella boð skulu latast inn.

Talan er um eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, uttan veiðiloyvi, at fiska við ávísa fiskifarinum ella føroyskt partafelag ella smápartafelag, ið skjalprógvar avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna.

placeholder

Meira langlesnaður