Afturvendandi íbúðarneyð

Afturvendandi íbúðarneyð

2017-06-09 10:41 Author image
Georg L. Petersen

Tíðirnar eru góðar og alt peikar rætta vegin. Fólkatalið veksur, alingin og partar av fiskivinnuni blóma, ferðavinnan blómar og pengarnir fossa inn í samfelagið. Men tað eru nøkur, sum ikki merkja henda ágóðan og heldur verða sett út á eitt síðuspor, sum tað kann vera ringt at koma burturúr – í góðum tíðum er tað ikki júst sosialpolitikkurin, sum verður raðfestur. Hann plagar ikki at fáa týdning fyrr enn samfelagið fer at koyra hinvegin aftur, og tá er tað, at pengarnir mangla.

Í blaðnum í dag viðgera vit íbúðarneyðina, sum serliga rakar tey við einari inntøku, og sum ikki hava ráð at byggja síni egnu hús, ella bara ynskja sær ein leigubústað. Tey kenna sviðan av øktu húsaprísunum og leiguprísunum, sum fylgja við. Vøksturin í ferðavinnuni hevur eisini við sær, at alt fleiri privat, sum annars kundu leigað til vanliga føroyingin, heldur velja at leiga sín bústað til ferðafólk umvegis AirBnB, ger ikki støðuna betri.

Tað snýr seg alt um pengar – á privata marknaðinum snýr tað seg um at tjena pengar, meðan tað almenna roynir at halda aftur. Og mitt ímillum liggja tey, sum ikki hava fíggjarliga orku at lyfta seg skynsamt inn á bústaðarmarknaðin.

Bústaðir hevur eina fjølbroytta skrá í sínum tilboðum. Har er nakað fyri tey, sum hava pengar, og nakað til tey, sum hava minni at gera gott við. Har er nakað fyri ung og nakað fyri gomul. Men tað er líkasum, at øll peika eftir Bústøðum fyri sjálvi at sleppa undan at gera nakað.

Her burdu politikarar tikið í egnan barm og ásannað, at tað hjálpir einki upp á íbúðarneyðina bara at peika eftir Bústøðum. Tað snýr seg bæði um lands- og kommunalar myndugleikar, sum saman við fakfeløgum og øðrum íleggjarum kundu tikið seg saman við byggifyritøkur um at byggja bústaðir. Hvør sigur, at tað bert skulu vera Bústaðir, sum skulu byggja bíligt? Tað ber væl til at gera nýggj íbúðarfeløg, sum kunnu standa fyri stórum verkætlanum. Tað snýr seg um vilja og ikki bara stóran profitt her og nú.

placeholder

Meira langlesnaður