"Áh, kundi á tíðarhavi" í Smiðjuni

2017-10-27 13:58 Author image
Innsent

Í dag, fríggjadag, klokkan 16.00 lata føroyska Birgit Kirke og danska Helle Bang upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Heitið á framsýningini er ”Áh, kundi á tíðarhavi”.

 - Vit hava fingið okkum íblástur til listaverkini úr náttúruni og úr yrkingini hjá Pól F. Í listini avmynda vit okkara upplivingar av náttúruni og tað vit fáa burturúr yrkingini hjá Pól F.

Hetta at steðga á, sansa løtuna, geva sær stundir, kasta akker, fanga løtuna, egnabragdið – tað er tað vit royna at endurgeva í myndunum í abstraktum formi, siga tær báðar Birgit Kirke og Helle Bang.

Tær hava haft fleiri felags framsýningar m.a. í Danmark, Grønlandi og Føroyum. Seinast tær sýndu fram saman í Føroyum var í 2012.

Framsýningin umfatar málningar, tekningar og standmyndir úr bronzu og leiri.

Hanus G. Johansen, sum hevur sett løg til fleiri av yrkingunum hjá Pól F, kemur og spælir nøkur løg til ferniseringina í dag.

Róland í Skorini, sum fleiri kenna m.a. frá Hoydølum, kemur og heldur eina lítla setanarrøðu til ferniseringina.

Framsýningin er opin 27. oktober, kl. 16–20 og leygardagin 28. oktober til og við týsdagin 31. oktober, kl. 12-19.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður