Ákærur reistar í Se og Hør-málinum

2016-07-06 21:02 Author image
Elisa Vang

Sakarmálið móti vikublaðnum Se og Hør hevur nú ført til átta persónligar ákærur. Fýra av teimum ákærdu eru tveir fyrrverandi blaðstjórar, ávikavist Henrik Qvortrup og Kim Henningsen, sølustjórin Per Ingdal og tann nógv umtalaða ’tys-tys-keldan’. Síðstnevnda kelda er bert ákærd fyri hacking, meðan ákærurnar móti hinum leiðandi persónunum eru av grovari slagi.

Eitt nú er fyrrverandi blaðstjórin Kim Henningsen ákærdur fyri at keypa sær ólógliga atgongd til kort- upplýsingar hjá teimum kongaligu og øðrum kendum dønum. Hesum hevur hann heldur ikki noktað fyri, men hann tvíheldur um, at hann ikki hevur gjørt nakað galið.

Per Ingdal, ið var sølustjóri á Se og Hør, tá kanningin varð sett í verk, sigur seg einki kenna til ’tys-tys-kelduna’ og harmast um ákæruna ímóti sær.

Harumframt er ákæra reist móti partafelagnum Aller Media. 

Kanningin av Se og Hør-málinum varð sett í verk í 2014. Fleiri av teimum ákærdu finnast at løgregluni fyri drýggja kanningararbeiði, men danska løgreglan sigur í tíðindaskrivi, at talan er um eitt sjáldsama stórt mál, ið hevur kravt drúgt kanningararbeiði. Talan er um paragraffir, ið sjáldan verða tiknar í brúk í sakarmálum móti miðlum. 

Í fyrsta umfari er ákæruritið bert sent út til tey ákærdu. Løgreglan væntar at almannakunngera alt ákæruritið um eina viku. 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður