Hvør einasti nýggjur lærari fær kontaktfólk til stuðul

2016-06-01 08:17 Author image
Dimma

Akkersskipanin er partur av semjuni, sum varð undirskrivað millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið fyrr í ár. Í henni stendur, at akkerskipanin verður gjørd fyri at stuðla og vegleiða lærarum.

Tað er fyri at stuðla nýggjum lærarum, tá ið teir byrja sum nýútbúnir í fólkaskúlanum.

- Tað er skjótt, at nýútbúnir lærarar kenna seg einsamallar og sleptar upp á fjall, og nógvir av teimum trupulleikum, teir møta í starvinum at byrja við, kunnu teir fata sum persónligt niðurlag, men hetta er púra vanligt hjá lærarum, sum byrja; ein nýbyrjaður lærari kann gera mistøk og fara undir skeivar mannagongdir, bara tí at eingin er at siga honum og vegleiða hann, hvussu hann kann gera, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya lærarafelag við Skúlablaðið.

Skipanin, sum verður sett í verk frá komandi skúlaári er, at hvør einasti nýútbúni lærari fær eitt kontaktfólk knýtt at sær; viðkomandi hevur til uppgávu at seta tann nýútbúna læraran inn í øll viðurskifti í skúlanum og at vera til hjálpar at vegleiða og kunna um alt, sum tann nýútbúni hevur tørv á.

Kontaktlærarin fær 40 tímar um árið fyri uppgávuna.

placeholder

Meira langlesnaður