Alarar um Brexit: Slái kalt vatn í blóðið

2016-07-04 20:45 Author image
Jógvan Samuelsen

Áðrenn Brexit-fólkaatkvøðuna í Bretlandi fyri kortum, vóru dapursskygdar metingar um avleiðingarnar fyri vinnulívið.

Norski bankin DNB kunngjørdi eina frágreiðing dagarnar undan fólkaatkvøðuni, har bankin metti, at Bakkafrost kundi missa upp til ein triðing av rakstrarinntøkunum um bretar atkvøddu ja til at fara úr ES.

Henda forsøgn hekk tó saman við øðrum fortreytum, men sjálvt um metingarnar eru svartskygdar, tykist tað ikki ordiliga at rýna við herheima.

Hvørki í vinnuni ella hjá politiska myndugleikanum.

Dimmalætting hevur tosað við alararnar, sendimannin í London og landsstýrismannin við uttanríkis- og vinnumálum, og teir siga allir sum við einum munni, at úrslitið av fólkaatkvøðuni í Bretlandi voldir teimum lítið høvuðbrýggj.

Fyri tíggju árum síðan var føroyski útflutningurin til Bretlands eina góða milliard krónur, og tá samlaði útflutningurin var fýra milliardir, var hetta ein rættiliga týðandi marknaðurin. 

Bretski marknaðurin er framvegis týðandi í føroyskum høpi, men ikki á sama hátt sum í 2006. Nú er útflutningurin slakar sjey milliardir og av teimum fara vørur fyri slakar 600 milliónir til Bretlands.

Lesið greinarnar um Brexit og føroyskan útflutning í nýggjastu útgávu av Dimmalætting, sum er í sølubúðunum.

placeholder

Meira langlesnaður