Alexander latið blóð 100 ferðir

Mynd: Jóan Petersen, deildarleiðari í blóðbankanum á Landssjúkrarhúsinum, handar Alexander Samuelsen blómutyssi

Alexander latið blóð 100 ferðir

2017-12-08 10:28 Author image
Leif Láadal

Mikudagin lat Alexander Samuelsen blóð fyri 100. ferð. Í Blóðbankanum varð nakað gjørt burturúr hendingini, tí hetta er aðra ferð, at ein blóðgevi í Føroyum hevði latið blóð 100 ferðir. M.a. fekk Alexander handað eitt blómutyssi og ein serligan fugl, som Mikalina Norðberg hevur gjørt.

Felagið Blóðgevi takkar Alexander hjartaliga fyri hansara innsats gjøgnum meiri enn 40 ár fyri at fremja endamálið hjá Felagnum Blóðgeva: At útvega blóðgevar, so tørvurin á blóði í Føroyum altíð verður nøktaður.

placeholder

Meira langlesnaður