Aling: Lóggávan skal endurskoðast

2016-09-09 12:58 Author image
Sigmund Vang

Poul Michelsen, landsstýrismaður við vinnumálum, váttar, at vinnumálaráðið í løtuni arbeiðir við at endurskoða alla alilóggávuna. Eftir hansara tykki er ikki nóg góður samanhangur millum tað sum lógin sigur og hvussu hon verður umsitin.

Sambært teimum upplýsingum, sum Dimmalætting hevur fingið, snýr ónøgdin seg millum annað um, at lógin frá 2009 er tambað á fleiri økjum.

Størsta broytingin í nýggju lógini var, at eigaraavmarkingin varð broytt frá 25 prosentum upp í 50 prosent. Tað vil siga, at eftir broytingina, kundi ein einstakur alari eiga helmingin av øllum aliloyvum, har hann áðrenn broytingina bara kundi eiga ein fjórðing.

Tað sum Løgtingið tó ikki fekk at vita var, at umsitingin - og uppteljingin - av aliloyvum eisini skuldi broytast.

Áðrenn lógarbroytingina var tað soleiðis, at bara vinnulig aliloyvi vóru tald uppí, tá eigaraavmarkingin skuldi gerast upp, og tað hevði við sær, at vóru 20 loyvir, so kundi ein einstakur eigari - beinleiðis ella óbeinleiðis - bara eiga fimm loyvi. Varð hildið fast í hesa mannagongd eftir broytingina, kundi ein einstakur eigari bara eiga 10 loyvir.

Hetta hendi tó ikki, tí við nýggju lógini kom ein nýggju umsiting, sum umframt vinnulig aliloyvi fór at telja lívfiskaloyvi og eitt toskaloyvi uppí, og tað er orsøkin til, at Bakkafrost í dag kann sita við 14 loyvum av 20, og framvegis - eftir lógarinnar bókstavi - lúka treytirnar í lógini.

Lesið meira í Dimmalætting, sum kom í handlarnar í dag, fríggjadag.

 

placeholder

Meira langlesnaður