SalMar keypir seg inn í Íslandi

2016-05-30 10:16 Author image
Dimma

Tað er netmiðilin Undercurrent News sum ber tíðindini um norsku íløguna í Íslandi. Samanlagt kunnu feløgini ala umleið 10.000 tons av laksi, men sambært Undercurrent News, hava tey loyvi at ala heili 50.000 tons í rundari vekt.

Netmiðilin veit eisini at siga, at ætlanin er, at Arnarlax skal skrásetast á norska keypsskálanum innan tey næstu tvey árini

Tað verður stjórin í Arnarlax, Kristian Matthiasson, sum skal standa á odda fyri nýggja samtakinum. Fyrr í ár kom fram, at møguligt verður at ala 100.000 tons av aldum laksi í Íslandi, og tað var hetta, sum fekk norsku alifyritøkuna at venda eyguni tann vegin.

Mikið stríð var annars í Føroyum, tá avmarking varð sett fyri útlendskum ognarskapi í alivinnuni. Tað kom í kjalarvørrinum av, at Bakkafrost kom á norska keypsskálan.

  

  

Meira langlesnaður