Lógarverkið frá eini farnari tíð

2017-03-26 13:04 Author image
Dimma

Í 2016 hendi ein vanlukka, sum kostaði eitt mannalív á einum aliøki hjá Bakkafrost. Myndugleikin, sum fór at kanna málið, var Arbeiðseftirlitið, men tað vísti seg, at tað í veruleikanum var Sjóvinnustýrið, sum burdi verið á staðnum.

Orsøkin er, at alingin hvørki kann metast sum vinna á landi ella sjógvi burturav. Tískil skulu stovnarnir býta ábyrgdina sínámillum, og tað kann vera trupult viðhvørt, sum syndarliga vanlukkan hjá Bakkafrost er eitt dømi um, har niðurstøðan annars var, at Bakkafrost ikki kundi ábyrgdast fyri nakað. Men har komu fleiri boð um ábøtur og mannagongdir vórðu broyttar – sum kundi bent á, at um ein myndugleiki hevði ábyrgdina, so hevði eftirlitið eisini verið betri.

 

Frá 1995

Tað hevur altíð verið ógreitt, hvar trygdareftirlitið við alivinnuni lá – antin tað skuldi vera hjá einum arbeiðseftirliti ella skipaeftirliti. Nógv av virkseminum fer fram á landi, men tað er tengt at virksemi á sjónum, og eingin førleiki hjá nøkrum eftirliti røkkur báðum økjum.

Hetta ásannaði man í 1995, tá Arbeiðseftirlitið og Skipaeftirlitið (Søfartsstyrelsen) orðaðu eitt rundskriv, sum gjørdi skilnað millum ábyrgdarøkini, og bygdi á somu grundreglur sum galda við lossing.

Í høvuðsheitum gongur skilnaður í ábyrgdarøkinum við bryggjukantin. Á landi er tað Arbeiðseftirlitið, meðan Sjóvinnustýrið tekur við, tá alarin fer í ein bát og siglir út til ein ring.

Men tað er eitt sindur ógreitt orðað. Í kunngerðini, sum er skrivað á donskum, stendur millum annað: “Tilsynet med medarbejdere, tilknyttet flydende fiskeopdrætsanlæg, i land såvel på anlæggene, samt arbejdets udførelse, er underlagt Arbeiðseftirlitið, mens Skipaeftirlitið har tilsyn med alle flydende installationer.”

Í sambandi við vanlukkuna í fjør fór Arbeiðseftirlitð umborð á fóðurflakan, har vanlukkan eftir øllum at døma var hend. Arbeiðseftirlitið kundi ikki staðfesta manglar hjá Bakkafrost, sum Arbeiðseftirlitið kundi gera nakað við, men vísti á ymisk onnur viðurskifti, sum Sjóvinnustýrið/Skipaeftirlitið hevði ábyrgdina av. Rundskrivið ásetir eina fráboðanarskyldu, og tí vóru allar frágreiðingar sendar Sjóvinnustýrinum.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður