Alkoholisma: Tá børn gerast foreldur hjá foreldrum sínum

2016-05-23 14:50 Author image
Sigmund Vang

- Alkoholisma hjá foreldrum er ein vanlukka hjá einum barni, sigur Kristina Hermann og leggur afturat:

- Barnið kann jú ikki flyta seg. Tað er bundið at foreldrunum, og klárar seg ikki sjálvt, og má tí læra at liva í hesi óvanligu og ólukkuligu støðu.

Síðani greiðir hon millum annað frá, at nógv børn fáa munnkurv frá foreldrunum ella geva sær sjálvum munnkurv. Foreldur, sum liva við trupulleika av ov stórum alkoholbrúki, hótta børnini og siga teimum, at um tey siga nakað við onnur um støðuna, so koma fólk frá kommununi og taka tey.

Nógv børn skammast eisini og lúgva tí um støðuna og siga, at alt er gott, um nakar spyr. Harafturat fáa nógv børn eina kenslu av, at tað eru tey, sum eru orsøkin til, at foreldrini drekka. Ja, summi foreldur siga beinleiðis við børnini, at tað er teirra skyld.

At vaksa upp undir hesum umstøðum ávirkar eitt barn fyri lívið, og tí er tað, at heitið ”Vaksið barn” verður brúkt. Eitt barn tekur somikið stóran skaða av at vaksa upp hjá foreldri ella foreldrum, sum eru alkoholikarar, at tað heldur áfram við at vera eitt slag av barni, eisini eftir at tað er blivið vaksið.

 
Foreldur at foreldrum sínum

- Eitt vaksið barn kann gott finna upp á at sleppa sínum egna barni fyri at fara út og hjálpa fullu mammu síni, um hon ringir, greiðir Kristina Hermann frá.

Hon leggur tó afturat, at hetta skal skiljast eitt sindur metaforiskt. Tað er tíbetur ikki so ítøkiligt – í hvussu so er sjáldan – men tað passar í stóran mun, at vaksin børn hjá alkoholikarum, sum ikki hava fingið hjálp ella ikki eru brotin út úr alkoholisku familjuni, halda áfram við at geva sjúku foreldrum sínum alt ov stóran ans og seta seg sjálvi og sína egnu familju til viks.

Frá ungum árum hava børnini verið von við at ansa eftir mammu ella pápa sínum. Tey hava eisini lært seg sjálvi at yvirliva og duga væl at taka upp eftir bæði sær sjálvum og foreldrunum. Hetta mynstur kann halda áfram, aftan á at tey eru vorðin vaksin, og tað kann koma at fylla alt for nógv í gerandisdegnum – bæði reint fysiskt, um hugsað verður um ta tíð og orku sum skal til, men sanniliga eisini psykiskt.

- Nógv vaksin børn hava ikki kappað nalvastreingin, og tá mann so hugsar um, at tey í ein ávísan mun gerast foreldur at sínum foreldrum og enntá terapeutur og vinfólk, so gongur galið. Tey eru ikki høvuðsleikarar í sínum egna lívi, sigur Kristina Hermann, men leggur avgjørd afturat:

- Tú ert barnið hjá tínum foreldrum og vil altíð vera tað, líkamikið hvussu gomul tú ert.


Hvussu ávirkar tað?

Nógv vaksin børn – ja, nærum øll, sum ikki hava fingið hjálp – ansa sera væl eftir altíð gera tað rætta. Tey eru skjót at seta seg inn í støðuna hjá øðrum, soleiðis, at hesi kunnu kenna seg væl. Hetta krevur ómetaliga orku, og er við til at halda persónligum ynskjum og tørvi hjá vaksna barninum niðri. Orsøkin til, at vaksna barnið uppførir seg soleiðis, er tí at tað vil verða váttað av øðrum. Í sínum uppvøkstri er tað ikki blivið váttað og virt av sínum foreldrum, og tí roynir tað nú at draga til sín hetta uppmerksemi, skrivar Kristina Hermann í bókini ”Du er ikke alene”.

Tí eru antennurnar altíð úti hjá vaksna barninum, tá tað snýr seg um alt, sum onnur látast at halda um tað. Og tað verður vent og snarað soleiðis, at alt, sum ikki sær út til at vera hundrað prosent gott, er hundrað prosent ringt. Er ein persónur í til dømis einum føðingardegi, sum tykist eitt sindur fráverandi og ikki áhugaður í vaksna barninum, verður tað vent til nakað negativt – so má tað vera tí, at viðkomandi hatar seg. Á tann hátt sær vaksna barnið ikki øll hini í hølinum, sum royna at geva tí ans. Orsøkin til, at hesin fyrri ikki var so prátingarsamur, var allarhelst onkur heilt onnur, men soleiðis hugsar vaksna barnið ikki.

Ovurstóri tørvurin á uppmerksemi er bara eitt av mongum eyðkennum hjá einum vaksnum barni. Onnur bæði meiri álvarslig og minni álvarslig tekn eru eisini. Tað kann spenna heilt frá djúpum trauma til eitt sinnalag, sum er somikið svingandi, at fólk illa duga at vera saman við viðkomandi.

Eitt annað, sum eyðkennir vaksin børn, er, at tey hava lyndi til at trýsta fólk frá sær, tá tað hevur gingið ”for gott” eina tíð. Heldur enn at njóta støðuna, trekkja tey seg aftur, áðrenn tey verða skuffað. Tey eru so von við at verða skuffað av mammu ella pápa sínum ella báðum, at tey tora ikki at njóta løtuna ov leingi. Tá er best at sleppa øllum, og sleppa sær avstað, áðrenn ein maki ella vinur vendir teimum baki, halda tey.

Nógv vaksin børn uppliva eisini depressión ella hava depressiónlíknandi trupulleikar.


Halda seg vita

Fyri at tekkjast fólki, brúka nógv vaksin børn ómetaliga orku upp á at seta seg inn í viðurskiftini hjá øðrum fólkum. Tey halda seg tí vita ómetaliga væl, hvat tørvurin er hjá hinum, men Kristina Hermann sigur, at soleiðis er ikki.

- Tey halda seg duga væl at lesa fólk av og halda seg vita, hvussu tey hava tað, men mínar royndir vísa, at tað ikki eru nógv vaksin børn, sum veruliga duga hetta, sigur hon.

Trupulleikin er, at flestu vaksnu børn ikki hava fingið eina natúrliga uppfatan av, hvat kærleiki er. Tey taka skeivu royndir sínar frá barndóminum víðari upp í vaksna lívið, og har verður arbeitt eftir sama leisti yvirfyri partnaranum og øðrum fólkum, sum eru tætt uppá. Mótstøða verður tí oftast yvirtulkað. Sigur ein partnari nakað, sum vaksna barnið ikki kann góðtaka, so kann tað verða byrjaninin til eitt skriðulop, har vaksna barnið kennir seg hótt, og reagerar ógvusligt og kanska endar við at rýma, heldur enn at tosa um viðurskiftini.

Ein trupulleiki hjá vaksna barninum er, at tað ikki dugir at vísa sín kærleika. Kristina Hermann sigur, at kanningar frá vanligum sunnum parløgum vísa, at kvinna og maður rósa hvør øðrum ella koma við jaligum og kerligum viðmerkingum í miðal 80 ferðir um dagin. Hetta er heilt óhoyrt hjá einum vaksnum barni, sum als ikki hevur sama máta at vísa kærleika. Eisini vísir Kristina Hermann á, at kritikkur og atfinningar eru fimm ferðir sterkari – ella skuldi ein sagt óndari – enn rós. Hevur tú funninst at onkrum, er neyðugt at rósa viðkomandi fimm ferðir, fyri at javnvág skal koma í. Hetta lutfall eru tað nógv vaksin børn, sum ikki kenna til.


Hjálp at heinta

Kristina Hermann heldur, at øll vaksin børn eiga at søkja sær hjálp. Tað kann gerast við at seta seg inn í egin viðurskiftir, men sum oftast krevur tað eitt sindur meira. Hjálp frá psykologi, terapeuti ella sjálvhjálparbólki er gott, sigur hon.

Tey amboð, sum vaksna barnið skal læra seg at brúka, eru grundleggjandi menniskjalig virðir, sum eru parkerað í skeiva uppvøkstrinum. Tað snýr seg í stóran mun um at læra at seta seg inn í viðurskiftini hjá øðrum upp á ein natúrligan máta. Heldur enn at halda seg vita, hvat tørvurin hjá hinum er, skal vaksna barnið duga at ”fara yvirum brúnna,” sum hon sigur. Vaksna barnið skal duga at ímynda sær, hvussu hin vildi havt tað í eini líknandi støðu. Harafturat skal vaksna barnið duga at ansa eftir sær sjálvum – duga at siga, at hetta er altso gott nokk, sum eg geri, og siga frá, um mann ikki orkar meira enn tað sama. Heilt grundleggjandi snýr tað seg um at liva eitt trygt natúrligt lív, har mann er atkomiligur og jaliga til staðar. Millum annað duga at siga góðan morgun, tá tú vaknar saman við tínum kæru, duga at siga pent farvæl, tá tit fara út gjøgnum hurðina, siga góðan dag og góða nátt. Ikki bara annan hvønn dag, men hvønn dag.


Nógvir túsund føroyingar raktir

Tað eru ikki so nógv samlað hagtøl í Føroyum, tá vit tosa um fólk, sum hava beinleiðis ella avleiddar trupulleikar av alkoholi. Í Danmark hevur Blái Krossur savnað tølini saman fyri fólk, sum hava verið í viðgerð ella hava verið hjá lækna ella á sjúkrahúsi í sambandi við ov stóra nýtslu av alkoholi. Samlaða talið er 632.000 børn, ung og vaksin, tá øll rundan um tann, sum hevur søkt sær hjálp, verða tald við. Veruliga talið er væl hægri enn hetta, sigur Kristina Hermann, tí tað eru ikki øll, sum koma í samband við viðgerðarstovn ella myndugleika.

Drekkimynstrið í Føroyum líkist eftirhondini tí í Danmark – kanska mest í høvuðsstaðarøkinum. Tølini fyri alkoholnýtslu ella -sølu eru tó lægri í Føroyum. Verður hædd tikin fyri, at drekkimynstrið er eitt sindur øðrvísi og samlaðu mongdirnar eitt sindur minni, so kann lutfallið eitt til hundrað, sum ofta verður brúkt millum Føroyar og Danmark, ikki ordiliga brúkast. Men sjálvt um talið er eitt sindur lægri enn tað, so eru tað nógv í Føroyum, sum hava trupulleikar. Um lutfallið eitt til hundrað verður brúkt, og bert kend tøl sammett, so eru 6.230 børn, ung og vaksin í Føroyum beinleiðis ella óbeinleiðis pínd av alkoholismu.

(Hygg at listanum við trupulleikum undir myndini)

Nakrir av teimum trupulleikunum, sum vaksin børn av alkoholikarum dragast við:

- Lágt sjálvsvirði og ógvuliga atfinningarsom ímóti sær sjálvum

- Hava trupulleikar við at siga sína egnu søgu (hava ”svørt hol” í minninum)

- Viðurkenna ikki, at foreldrini drekka

- Eru innlimað í alkoholmisbrúkið hjá foreldrunum

- Hava trupulleikar av inniligum/kynsligum sambandi

- Hava trupult við seta orð á egnar upplivingar, kenslur og ynskir

- Hava trupulleikar við at seta mørk

- Hava trupulleikar við at siga sannleikan

- Eru bráðhugsin (impulsiv)

- Eru stýrandi

- Kenna størri ábyrgd og umsorgan yvirfyri øðrum enn sær sjálvum

- Yvirreagera, tá tey kenna seg svikin, eru fyri atfinningum ella kenna seg glatað (burturgloymd)

- Kenna seg øðrvísi

- Skamma seg um seg sjálvan

- Kenna seg einsamøll

(Kelda: ”Du er ikke alene”, forlagið Muusmann, 2015, Kristine Hermann) 

  

  

placeholder

Meira langlesnaður