Allir floksformenninir bodnir við í Tinganes

2016-05-18 18:21 Author image
Dimma

Tað verða formenninir úr øllum teimum politisku flokkunum á løgtingi, sum skulu práta saman um víðari tilgongdina við stjórnarskipanini nú fríggjadagin.

Tað sigur Aksel Johannesen, løgmaður, við Útvarpið.

Ætlanin er at skipa eina tilgongd, sum hevur til endamáls at finna eina semju í málinum um eina stjórnarskipanarlóg fyri Føroyar. Løgmaður fer at millum annað at umrøða, um flokkarnir skulu halda fram, har teir sleptu seinast. Tað vil siga um takast skal um rótina beinanvegin fyri at greiða ta ósemjuna, sum íkom, seinast stjórnarskipanarlógin var til viðgerðar millum flokkarnar.

Allir flokkar verða sostatt tiknir við í arbeiðið beinanvegin, tó at tað fyrst ljóðaði, at landsstýrisflokkarnir fyrst skuldu finna semjuna innan fyri samgonguna. Størsti parturin eru longu orðaður av lógini um stjórnarskipan Føroya, sum hevur verið til viðgerðar í eini 16 ár.

Ætlanin er at leggja eitt uppskot fyri løgtingið nú í heyst. Helst fer stjórnarskipanarlógin so í eina sokallaða grein 25 nevnd, har allir flokkar hava umboð. Samgonguskjalið ásetir, at stjórnarskipanarlógin skal til fólkaatkvøðu í 2017.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður