Allur heimurin fær føroyska sjúkufráboðan

Allur heimurin fær føroyska sjúkufráboðan

2017-05-05 12:10 Author image
Georg L. Petersen

Føroyar eru nú í eini skipan, soleiðis at allur heimurin fær fráboðan, tá sjúka til dømis er staðfest í einum føroyskum alibrúki. Ein avleiðing varð, at Saudi Arabia boðaði frá, at forboð var sett at innflyta føroyska laks vegna ILA

- Russland og Kina hava ikki verið nøgd við, at vit ikki vóru partur av djóraheimsheilsustovninum, OIE, har millum annað sjúkutilburðir verða fráboðaðir. Men nú eru vit vorðin partur av hesi skipan. Tað er helst orsøkin til fráboðanina úr Saudi Arabia, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.

Tað var í netmiðlinum Intrafish at tíðindini bórust, um at Saudi Arabia hevði bannað innflutningi av føroyskum alifiski. Intrafish hevði síni tíðindi frá Bloomberg News.

Áður vóru tað bara lond í ES, sum fingu fráboðan, um onkur sjúka var staðfest í føroysku alivinnuni, men nú fer fráboðanin til øll heimsins lond umvegis OIE.

Av tí at russar og kinverjar hava verið ónøgd við, at Føroyar ikki hava verið partur av skipanini, hevur verið arbeitt við at fáa Føroyar við. Men tað hevur sambært Birnu Mørkre verið lættari sagt enn gjørt, tí bara sjálvstøðug lond kunnu vera við, hóast Føroyar hava yvirtikið veterinerøkið.

Men fyri nakað síðan var komið á mál, og fyrsta føroyska fráboðanin, sum fór um allan heim, var ILA-tilburðurin hjá Bakkafrost.

Lesið meira í blaðnum, sum er komið í sølubúðirnar

placeholder

Meira langlesnaður