Almenni stuðulin til privatar fjølmiðlar nærkast

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, saman við teimum trimum limunum í miðlastuðulsnevndini (frá vinstru: Bergur, Beate og Magnus). Mynd: MMR

Almenni stuðulin til privatar fjølmiðlar nærkast

2017-08-23 09:28 Author image
Leif Láadal

Miðlastuðulsnevndin, sum herfyri bleiv mannað við Beate L. Samuelsen, Bergi Djurhuus Hansen og Magnusi Dam, hevur havt sín fyrsta fund.

Á fundinum í morgun gjøgnumgingu tey, sambært Mentamálaráðnum, lógir og kunngerðir og nágreinaðu júst, hvat teirra uppgáva og ábyrgd er. Til dømis skal nevndin viðgera umsóknirnar, sum koma inn, og taka avgerðina um, hvørjum stuðul skal latast.

Mentamálaráðið fer nú at gera klárt at lýsa stuðulin, til dømis við at gera umsóknarbløð, og í næstum, tá seinastu praktisku spurningarnir eru avgreiddir, kunnu privatu miðlarnir á fyrsta sinni søkja sær stuðul.

placeholder

Meira langlesnaður