Nú rennur aftur í kassan hjá ALS

2016-05-20 17:27 Author image
Dimma

- Metlága arbeiðsloysið sæst aftur í fíggjarligu viðurskiftunum hjá Arbeiðsloysisskipanini. Samlaða útgjaldið í 2015 var 133 mió. krónur, sum eisini er tað lægsta síðani 2008, og ársúrslitið gjørdist eitt avlop á hálvthundrað mió. krónur. Samanborið við árið fyri er ársúrslitið meiri enn nýggjufaldað, og Arbeiðsloysisskipanin er við hesum aftur á røttu kós, og tað ber til at konsolidera skipanina fíggjarliga.

Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, var en vælnøgdur maður, tá hann legði úrslitið fyri ALS fram í dag. Gongdin í samfelagnum er vend frá einum hóttandi arbeiðsloysi og trýsti á ALS til eina framgongd, so ALS aftur kann leggja afturat í arbeiðsloysiskassan.

Fyri alt árið 2015 var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið á leið 2,9%. Hetta er lægsta arbeiðsloysið, sum hevur verið síðani 2008, tá miðalarbeiðsloysið fyri alt árið var 1,3%. Tá tað var upp á tað mesta í 2011, var tað 7 prosent. 

Men úrslitið kundi verið betur, ásannar stjóri í ALS í ársfrágreiðingini.

- Hóast úrslitið í 2015 var munandi betri enn árið fyri, so hevði verið ynskiligt, at úrslitið var millum 5 og 10 milliónir krónur betri, havandi í huga, at arbeiðsloysið var metlágt, og tí miðjað verður ímóti, at skipanin skal javnviga fíggjarliga, tá arbeiðsloysið er millum 4,25 prosent og 4,50. Prosent. Hetta markið hevur støði í søguliga arbeiðsloysinum, og stýrið fyri ALS hevur sett sær fyri, at tá arbeiðsloysið er niðanfyri 4,25- 4,50%, skal skipanin hava avlop, meðan hon hevur hall, tá arbeiðsloysið fer upp um 4,5%.

1.420 fólk vóru arbeiðsleys í 2015, meðan 1.717 fólk fóru úr skipanini.

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður