ALS avlop upp á 94 milliónir krónur

ALS avlop upp á 94 milliónir krónur

2017-05-30 09:15 Author image
Leif Láadal

2016 royndist væl hjá Arbeiðsloysisskipanini (ALS). Arbeiðsloysið var tað lægsta í átta ár, og fólk steðgaðu væl styttri í skipanini enn undanfarin ár, siga tey hjá ALS.

Roknskapurin fyri 2016 er nú tøkur, og hann vísir eitt avlop á slakar 94 milliónir krónur.

Nógv ferð er á búskapinum, og arbeiði er til næstan allar hendur. Ongantíð áður hava so nógvir løntakarar verið í Føroyum, og ongantíð áður hava samlaðu lønargjaldingarnar verið so stórar sum seinasta ári.

Jaliga gongdin sæst aftur í ársroknskapinum hjá ALS, sum varð samtyktur av stýrinum fyri ALS í gjár.

Samlaðu inngjøldini settu met í 2016. Tey gjørdust samanlagt 210 mió. krónur, sum er tað mesta nakrantíð.

Samlaðu útgjøldini vóru 30 mió. krónur lægri enn árið fyri. Tey vóru 104 mió. krónur, sum er tað lægsta, útgjøldini hava verið síðani 2009.

Tað eru serliga útgjøldini av vanligum arbeiðsloysisstuðli, sum eru minkaði nógv hesi árini. Útgjøldini um fiskavirkisskipanina eru ikki eins tengd at konjunkturunum, og tey hava verið rættiliga støðug millum 20 og 25 mió. krónur seinastu sjey árini.

Tekniska úrslitið – tað er munurin millum samlaðu inngjøldini og samlaðu útgjøldini – gjørdist eitt avlop á 106 mió. krónur. Í mun til 68,4 mió. krónur í 2015.

Talið av ársverkum minkaði við 10 ársverkum í 2016 svarandi til á leið ein fjórðing av samlaðu ársverkunum árið fyri. Starvsfólkakostnaðirnir minkaðu við hálvu aðru mió. krónum niður í 14,9 mió. krónur.

Tað er eisini vorðið alsamt bíligari at reka ALS hesi seinnu árini. Samlaðu rakstrarkostnaðirnir vóru 6,1 mió. krónur í 2016, sum er 1,3 mió. krónur minni enn árið fyri. Rakstrarkostnaðirnir eru støðugt minkaðir síðani 2010 og eru nú stívligan triðing lægri enn í 2010.

Samlaðu fíggjarognirnar vóru 425 mió. krónur við árslok í 2016, og avkastið av fíggjarognunum var eitt avlop á 11,3 mió. krónur.

Ársúrslitið í 2016 var eitt avlop á 93,9 mió. krónur, sum er 44,9 mió. krónur meiri enn í 2015 - og harvið gjørdist úrslitið nærum tvífalt so gott sum árið fyri.

Eginognin, sum minkaði úr 714 mió. krónum niður í 307 mió. krónur tey fýra árini frá 2009 til 2013, var við árslok í 2016 komin upp á 455 mió. krónur.

- Stýrið og leiðsla eru væl nøgd við úrslitið, og góða úrslitið er eisini tekin um, at tær broytingar, sum eru gjørdar í skipanini seinastu árini til tess at tryggja langtíðar haldførið hjá skipanini, hava givið ætlaðu og neyðugu úrslitini, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri hjá ALS.

 

Meira langlesnaður